Tá hetta valstríðið byrjaði, tosaðu hinir flokkarnir bara um loysing ella samband. Aftaná at umboð fyri javnaðarflokkin høvdu verið í fjøðlmiðlunum, vaknaðu hinir flokkarnir við. Brádliga kom teimum til hugs, at tá vit tosa um at seta kós fyri politikk, so hevur tað við at gera hvussu íbúgvarnir í hesum landi skulu hava tað. Allir flokkar, undantikið javnaðarflokkurin, lupu á leistum aftanná tjóðveldisflokkinum, tá hann, eins og hann ger 4. hvørt ár, bjóðar seg framm uppá loysingarpolitikk. Føroya fólk má vita, at teir hava sovið í 50 ár. Teir fingu ein skelk í 1946, og hann eru teir ikki komnir yvir enn. Tá ein so spyr tjóðveldisfólk um hvussu vit fara at búleikast á hesum oyggjum aftaná loysing, so hava tey bert tað svarið, at vit kunnu samanlíkna okkum við hvussu fyrrverandi ensk hjálond hava tað í dag. Undirritaða hevur verið í fleiri av hesum londum, og Gud forbarmi seg fyri okkum, um vit fáa teirra livifót. Tey hava eina vánaliga sosiala skipan. Lønin er vánalig. Næstan alt virksemið er á privatum hondum, tað vil siga, at tað eru nøkur sum eru sera rík, millum annað av ferðavinnu, og tey flestu eru fátøk. Javnaðarflokkurin vil ikki hava henda stættamun í Føroyum. Vit vilja arbeiða fyri, at øll, sum búgva í Føroyum skulu hava fíggjarligt frælsið. Vit vilja, arbeiða fyri, at tey sum av sjúku ella øðrum áðum ikki eru før fyri at arbeiða, kunnu hava eina inntøku, sum gevur teimum mannsømilig kor. Vit vilja arbeiða fyri, at broyta hugburð hjá teimum, sum meina at arbeiðsleys eru eina byrða fyri samfelagið. Eg fái ilt fyri bróstið, tá eg hoyri onkran siga: ? Eg eri ikki typan til at vera í ALS, so eg stovnaði mína egnu fyritøku ?. Hvør velur at brúka ALS frammum eitt arbeiðið ? Eingin, sum eg kenni. Tey sum siga slíkt, hava eina niðurgerandi menniskjaáskoðan. Tað er lætt at fara undir egna fyritøku, um ein hevur fíggjarligar umstøður til tess. Og teimum stuðli eg, men ikki tá tey samstundis niðurgera tey, sum av fíggjarligum, ella øðrum áðum, ikki hava henda førleika.
Summi kalla seg evnarík, og onnur siga seg vera evnafátøk. Í mínum hugaheimi er eingin evnafátækur. Vit eru øll skapt við onkrum virði , sum er til gagns fyri okkara samfelag. Sær tú ikki eitt virði í einum menniskja, so er tað tú sum er evnafátøk.
Við ynskjum um eitt gott javnaðarval,
Joan Ziskason, javnaðarflokkurin