Øll nevndin í Havnar Framburðsfelag farin frá

Orrustan í Fólkaflokkinum er eftir øllum at døma ikki liðug enn.

 

Sjálvt um Fólkaflokkurin hevur fingið nýggjan formann, at tingfólk hjá Fólkaflokkinum sleppa at atkvøðu eftir egnari sannføring í etiskum málum, og sjálvt um flokkurin hevur boðið Anniku Olsen vælkomnari aftur í flokkin, so hevur friður ikki lagt seg um flokkin enn. 

Fyrr í dag frættist, at formaðurin í ungmannafelag Fólkafloksins, Huxa, hevur lagt frá sær. 

 

Og nú frættist, at øll nevndin í Havnar Framburðsfelag hevur lagt frá sær.

Rói B. Poulsen, sum er formaður í Havnar Framburðsfelag váttar, at hann og øll nevndin hava lagt frá sær

– Eg kann vátta, at øll nevndin er farin frá, og at tað er í sambandi við tað, sum er farið fram í flokkinum, men annars havi eg ikki fleiri viðmerkingar, sigur Rói B. Poulsen.

Hini í nevndini í Havnar Framburðsfelag um framt formannin Róa B. Poulsen, eru:

Regin W. Dalsgaard, næstformaður

Helgi D. Michelsen

Birgir Nielsen

Tað hevur ljóðað í allan dag, at Annika Olsen skal stilla upp fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið. Sjálv hevur Annika Olsen ikki svarað í dag, og í Tjóðveldi eru tey ikki so tíðindafróð um hesi tíðindi.

Men staðfestast kann, at niðurbræðingini í Fólkaflokkinum er ikki steðgað, sjálvt um floksleiðslan bakkaði á fundi í gjárkvøldið frá kravinum um at halda Anniku Olsen uttan fyri Fólkaflokkin, og sjálvt um flokkurin nú fer at loyva tinglimum floksins at atkvøða eftir egnari sannføring í etiskum málum.