Øll skulu fáa skattalætta

.

Vit góðtaka ikki undir nøkrum umstøðum, at ein ávísur yrkisbólkur fær skattalætta.

So greið eru boðini í eini yvirlýsing frá 16 fakfeløgum eftir ein stóran felagsfund sunnudagin.

Feløgini, sum umboða eini 14.000 fólk, siga, at tey hava stóra virðing fyri fiskimanninum.

Men at geva einum yrkisbólki skattalætta, er at gera mun á landsins borgarum.

Allir skattaborgarar koma at betala fyri hendan skattalættan.

Hetta meðan heilsuverkið liggur í skeljasori og vit ikki hava ráð at geva okkara sjúku og veiku mannsømilig kor.

­ Vit eru av teirri áskoðan, at skal skattalætti veitast, skal hann veitast øllum borgarum, siga tey 16 feløgini.

Tey eru bæði arbeiðarafeløgini í Klaksvík og bæði feløgini í Havn, Føroya Arbeiðarafelag, Lærarafelagið, Starvsmannafelagið, Sjúkrahjálparafelagið, Økonomifelagið, Fysioterapeutfelagið, Sjúkrasystrafelagið, Postfelagið, Ljósmøðrafelagið, Ergoterapeutfelagið, Sjúkrahúslaborantarnir og Pedagogfelagið.