Ørsted keypir stóra battarígoymslu frá Tesla

Í eini roynd at passa útboðið av streymi til eftirspurningin ehvur Ørsted gjørt íløgu í stóra battarígoymslu

Ørsted hevur sett sær fyri at ganga avbjóðingunum á møti við, at vindmyllur ikki altíð framleiða streymin, tá mest er brúk fyri honum.

Orkufelagsið hevur gjørt av at gera íløgur í eina sonevnda battarígoymslu frá Tesla, sum kann goyma upp til 600 megawatttímar av streymi.

Battarígoymslan skal vera við vindmyllulundina Hornsea 3, sum er í Norfolk í Onglandi, og tað verður tann størsta í Evropa.

Hugsanin er, at battaríið skal fyllast, tá vindmyllurnar í Hornsea 3 framleiða meira streym, enn brúk er fyri.

Tá eftirspurningurin av streym síðani verður hægri enn útboðið, verður streymur veittur frá battarínum og víðari á elnetið.

– Hetta fer at minka um sviggini í elprísunum hjá brúkarunum, og tða ver at gera orkuna lættari atkomuliga, eisini tá mesta orkan verður nýtt, stendur í tíðindaskrivi frá Ørsted.

Skipanin skal eftir ætlan takast í nýtslu síðst í 2026. Tað er harumframt ætlanin hjá Ørsted at gera íløgur í enn eina orkugoymslu í Bretlandi.

Hornsea 3 er, sum navnið bendir á, tann triðja havvindmyllulundin í Hornsea-økinum. Hon er í mun til Hornsea 1 og 2 enn ikki bygd og fer, tá hon verður tikin í nýtslu, at kunna veita 2,8 gigawatt.

/ritzau/