Ørvitistala Eidesgaard¹s um heimastýrislógina

Jóannes Eidesgaard¹s framsøgn á forsíðuni í Sosialinum mikudagin 17. september 1997 at ? »Heimstýrislógin skuldi byggja á samstarv millum báðar partarnar á jøvnum føti« ? er so grov villleiðing av føroyingum, at hon hoyrir ikki heima í einum samfelag, sum kallar seg demokratiskt

Heimastýrislógin kom í 1948, og nakrir av teimum, sum hjálptu dønum ólógliga at kroysta hana niður yvir føroyingar, hava síðan roynt at skapt ta mýtu um hesa lóg, at hon gevur okkum fult vald í Føroyum. Men latum okkum stutt hyggja at hesi lóg, og hvussu hon kom.


Forsøgan

Tá Danmark varð hersett av Týsklandi og Føroyar av Bretlandi í apríl 1940 samtykti løgtingið fyribilsstýrisskipanarlógina í mai 1940, sum løgtingið síðan arbeiddi eftir. Eftir kríggið vildu danir hava okkum innaftur í amtsstøðuna; føroyingar/løgtingið segði nei, og fólkaatkvøðan 1946 varð sett í verk. Føroyingar valdu loysing, men teir fingu ikki fullveldi. Ístaðin fingu teir Heimastýrislógina.


Samráðingarnar

áðrenn fólkaatkvøðuna

Føroyingar vóru niðri frá januar til mars 1946, altso áðrenn fólkaatkvøðuna, og samráddust við donsku stjórnina um nýggja stýrisskipan, og longu tá fingu teir serverað á einum silvurfati tann heilt avgerandi upplýsing, at løgtingið ikki kundi fáa lóggávuvald, um Føroyar framhaldandi skuldu verða danskur ríkispartur altso innan ta donsku grundlógina. Og hesir upp-lýsingarnir komu frá alra hægsta stað ­ frá ongum minni enn sjálvum danska statsministaranum.


Greið boð frá

danska stats-

ministaranum

Fyrsta punkt á skránni í samráðingunum millum føroyingar og danir var lóggávuvaldið, og føroyingar løgdu fram uppskot/krav um, at Føroya løgting skuldi hava lóggávuvaldið fyri Føroyar saman við kongi.

Hygg at svarinum frá danska statsministaranum:

»? Princippet om Rigsdagens lovgivende magt maa opretholdes. Der skulde maaske ogsaa en Grundlovsændring til, hvis dette principielle Udgangspunkt skulde ændres«. og »? Vi kan tænke os visse udvidede Beføjelser i Henhold til gennemførte Love, men ikke en Overdragelse af Rigsdagens lovgivende Magt«. (Mín undirstriking)

Nei, so sanniliga ikki. Greið tala. Og millum teirra, sum fingu hesa »salvuna« frá statsministaranum so at siga beint frammaná, vóru eisini teir, sum síðan hava livað av at framført teir floskarnar fyri føroyingum, at Føroya løgting hevur lóggávuvald, samtíðis sum Føroyar eru undir donsku grundlógini, altso at Føroyar eru á jøvnum føti við Danmark ­ samanber Jóannes Eidesgaard¹s meiningsleysu framsøgn í Sosialinum.

Legg til merkis, at statsministarin talar um grundlógarbroyting, sum fortreyt fyri at løgtingið skal fáa lóggávuvald, og hetta er heilt eyðsýnt og lætt at skilja, tí danska grundlógin sigur, at bert eittans lóggevandi ting er í danska ríkinum, og tað er fólkatingið (fyrr ríkisdagurin); tað ber sostatt ikki til at hava eitt afturat, sum eitur løgtingið uttan grundlógarbroyting.

Sum øllum kunnugt; semja bleiv eingin í samráðingunum, fólkaatkvøðan kom, føroyingar valdu loysing, men ístaðin fyri fullveldi, bleiv tað fult lógliga tingið rent til hús av kongi.


Fólkafloksins grund-

geving fyri at siga nei

Eftir eitt nýtt løgtingsval og 2 samráðingarumfør við danir, kom uppskotið um heimastýrislóg. Hygg at grundgevingini hjá fólkaflokkinum fyri at siga nei til heimastýrislógina:

»? Eftir stjórnaruppskotinum seinra, skulu Føroyar vera undir danskari grundlóg, og hon leggur lóggávuvaldið til kong og ríkisdag. Løgtingið fær tó eftir uppskotinum bert skipandi vald; tað nevnda »sjálvstýri« er ikki landaræði, men tað stýrið ein landslutur hevur«, og

»? Nýskipanin skal altso vera eitt heimastýri, t.v.s. vit skulu fáa nakað av umsitingarvaldi, men sjálvstýri ella ræði í egnum landi fáa vit ikki«.

Fólkaflokkurin førdi eisini fram,

»? at hvør gerð, sum miðar ímóti at binda Føroyar undir danska grundlóg er ólóglig, tí fólkaatkvøðan 14. september 1946 legði landaræðið her til Føroya fólk«.


Føroysku flokkarnir

vistu alt

Hetta er skrivað í 1947, og hetta vísir, at føroysku flokkarnir heilt frá byrjanini høvdu eina nágreiniliga vitan, um hvat heimastýrislógin var fyri nakað ­ ikki sjálvstýri, ikki ræði í egnum landi, ikki landaræði ­ hesi eru eitt og tað sama ­ men tað stýrið ein landslutur hevur; einki lóggávuvald, men nakað av umsitingarvaldi, sum er útdelegerað frá danska ríkisdegnum (fólkatinginum). Ein sær tey krystalkláru argumentini fólkaflokkurin hevði fyri uttan himpr at senda hetta quislingauppskotið, sum netupp bant Føroyar undir donsku grundlógina, beinleiðis í skrellispannina.

Einki í heimastýrislógini ella viðgerðini av henni ber á brá av, at vit sambært hesa lóg skuldu havt lóggávuvald og verið á jøvnum føti við danir, sum harra Eidesgaard framførir.


Fólkaflokkurin

vikin av leið

Lat tað her verða sagt sum ein síðuviðmerking, at síðan tá hevur fólkaflokkurin púra gloymt, at hann við sera góðum argumentum segði nei til hesa lóg, sum hevur roynst ein vanlukka fyri Føroyar: einki sjálvstýri ella landaræði og eingin verulig ábyrgd og ábyrgdarkensla yvir egnum landi. Ístaðin ein sinnissjúk skipan við stórum rakstrarstuðuli úr Danmark, sum hevur skapt ein stóran almennan sektor, men samtíðis oyðilagt kostnaðarstøðið í Føroyum og fullkomuliga forkriplað og steðgað menningini av privata vinnulívinum, við hóparbeiðsloysi og hópfráflyting sum úrsliti. At hesin stuðul harafturat hevur sett djúp arr í føroysku fólkasálina, ja tað er ein sjálvfylgja.

Men fólkaflokkurin hevur gloymt alla talu um at vinna landaræði til Føroyar, og gloymd er øll tala um, at teirra politikkur er grundaður á fólkasuverenitetin. Hetta orðið fólkasuvereniteturin verður ikki nevnt meir, og tað tykist heldur ikki at vera til í teirra hugaheimi meir. Har hava onnur hugtøk tikið yvir. Núverandi leiðari fólkafloksins tykist vera mest upptikin av, hvussu hann á bestan hátt kann renna ørindi fyri tað danska hjálandaveldið ­ á øllum økjum, har til ber.


Donsku fólkarættar-

serfrøðingarnir

Teir serfrøðingarnir í fólkarætti, sum stjórnin hevði havt sum høvuðsráðgevar, tá heimastýrislógin varð skrivað, søgdu eisini sína meining um heimastýrislógina. Teir eru ofta siteraðir, men lat okkum endurtaka teir enn einaferð fyri teim, sum einki tykjast at vilja skilja. Alf Ross, sum var heimskendur serfrøðingur í fólkarætti, sigur:

»? retligt må det færøske hjemmestyre karakteriseres som et kommunalt selvstyre af usædvanligt vidtgående omfang? og »? der ville forfatningsretligt intet være til hinder for at etablere en tilsvarende ordning for Amager eller Tåsinge?« Kann henda tala misskiljast?

og Poul Andersen

»? Denne ordning er af rent statsretlig og ikke folkeretlig karakter. Den danske lovgivningsmagt kan derfor statsretligt ophæve eller ændre loven uden noget samtykke fra færøsk side«.


Somu tulking

Donsku serfrøðingarnir skera her tingini út í papp, so eingin kann misskilja tey, og tað teir siga, samsvarar fullkomuliga við tað, sum Kristensen statsministari førdi fram í samráðingunum viðf øroyingar, og tað, sum fólkaflokkurin førdi fram, tá teir noktaðu at góðtaka heimastýrislógina. Poul Andersen vísir harafturat á, at heimastýrislógin kann broytast ella verða avtikin uttan at føroyingar verða eftirspurdir. Einki løgið í tí, tí heimastýrislógin er ein fólkatingslóg.

Er henda tulking broytt til ídag? Nei! Millum 70 og 80 talur eru hildnar í fólkatinginum í sambandi við føroysku bankakreppuna frá 1992 og eingin fólkatingslimur hevur nevnt aðra tulking av heimastýrisnevndini enn hana, sum omanfyri er nevnd.


Røtt og nøktandi

upplýsing

Sum sæst av omanfyri framførdu dokumentatión, so samsvarar Eidesgaards skriving als ikki veruleikanum, og er samfelag okkara til lítlan sóma. Stýrisskipanin er krumtappurin í samfelagnum, og at borgarar samfelagsins fáa eina óforfalskaða og rætta/sanna og nøktandi mynd av teirra egnu stýrisskipan er av sera stórum týdningi fyri samfelagið. Røtt og nøktandi upplýsing um avgerandi viðurskifti, er ein av grundstuðlunum undir fólkastýrinum og ein høvuðsfortreyt fyri at fólkastýrið kann virka.

Einaræðisstýris harafturímóti ynskja ofta, at borgarar tess skulu ikki verða rætt og nøktandi upplýstir. Tann rabiati Hitler gav instruktión í hesum sambandi: Lúgv groft og halt á við at lúgva. Í einum slíkum landi hevði omanfyri nevnda Eidesgaardska skrivingin tíverri eftir míni meting passað væl inn.


Jóannes Eliasen

tjóðveldismaður