Øssur er fegin um stóru avgerðina

Í dag fyllir listamaðurin Øssur Mohr 60 ár. Fyri góðum 30 árum síðani tók hann stóra avgerð um listina

Í dag verður listamaðurin Øssur Mohr 60 ár. Hann er ættaður úr Fuglafirði, men seinnu árini hevur hann verið búsitandi í Danmark, har hann virkar sum listamaður.

 

Tað eru liðin góð tretivu ár, síðani hann tók eina stóra avgerð og valdi at fylgja dreyminum um at vera listamaður burturav. Tað hevur nú verið í helvtina av lívi sínum.

 

– Eg arbeiddi um dagin og málaði nógv um kvøldarnar og næturnar. Eg hugsaði í fleiri ár um at blíva listamálari burturav. Ein dagin í november í 2000 tók eg umsíðir avgerðina. Tað var nakað spontant, men eg tók stigið og havi ikki angrað tað síðani, sigur Øssur Mohr.

 

Øssur hevur hesi árini sýnt list fram víðahvar. Hann hevur havt nógvar framsýningar í Danmark og í Føroyum, men hann hevur eisini sýnt fram aðrastaðni – eitt nú í Íslandi, Noregi, Týsklandi og í USA. Hann hevur eisini gjørt fleiri umbiðin verk heima og burturi.

 

Í sambandi við føðingardagin gevur Øssur út bók, ið hevur heitið »Ljósið«. Í bókini eru nýggjari verk hjá honum prentað.

 

– Eg hugsaði, at 60 ára dagurin var eitt gott høvi at gera ein bók við nýggjari verkum hjá mær. Tað er gott at hava eina bók at vísa á, sigur Øssur Mohr.

 

Føðingardagurin verður hildin við bókaútgávu og móttøku í atelierinum í Vig í Danmark seinnapartin í dag.

 

Í VikuskiftisSosialinum kann longri samrøða við Øssur Mohr lesast.