Fríggjadagin hevði Øssur Mohr fernisering í Galleri Sct Gertrud í Keypmannahavn, har nógv fólk, bæði danir og føroyingar, nýttu høvið at síggja framsýningina og hitta listamálaran úr Fuglafirði, sum nú býr í Danmark.
Ein annar listamaður úr Fuglafirði, sum eisini býr í Danmark, Stanley Samuelsen, spldi og sang til ferniseringina og setti soleiðis sín serliga dám á.
Galleri Sct Gertrud skrivaði í innbjóðingini til ferniseringina soleiðis:
– Eftir at vera fluttur til Danmarkar er Øssur komin á tindin í síni listarligu yrkisleið, og neyvan fyrr hevur hann arbeitt so nógv. Tað at arbeiða í Danmark hevur givið málningum hansara eitt nýtt element í ljósi og formi. Motiv hansara eru framvegis Fuglafjørður í Føroyum, men nú, tá íblásturin ikki longur er framman fyri vindeygað hómast ein longsul – og eitt ynski um at lýsa stórslignu føroysku náttúrúna. Og tað gera hann við stórari máligleði í dramatiskum myndamáli.
TRÝS HER fyri at síggja fleiri myndir, sum Roland Thomsen tók av ferniseringini fríggjadagin.