Özlem Cekic: Øll kríggj byrja tí samtalan endar

Demokratia, sum hevur sum uppgávu at royna at økja um talið av kvinnum á løgtingi og í kommunum, hevði bjóðað fyrrverandi danska politikaranum Özlem Cekic til Føroya at halda fyrlestur um sítt lív og sínar politisku royndir.

 

Hon kom til landið saman við manninum beint eftir døgurða fríggjadagin og fann skjótt útav, at fólk vóru í ferð við at fletta seyð og kúgv niðri í miðbýnum.

Tað var sum at koma heim, greiddi hon frá í Norðurlandahúsinum seinnapartin leygardagin, har næstan 200 fólk høvdu leitað sær niðan at lurta eftir henni. Tá ið hon sá, hvussu føroyingar tummaðu seyðin, mintist hon aftur á mammu sína, sum hevði gjørt júst tað sama.

 

Tað var beinanvegin greitt, at Özlem Cekic hevur fólkatekki. Hon stendur púra ónervað á gólvinum inni í Klingruni og tekur í hondina á øllum, sum koma inn.

Í Demokratia vóru tey eitt sindur bangin fyri, hvussu hon fór at verða móttikin.

 

Tá ið tiltakið varð lagt út á facebook, byrjaði ein øgiligur ágangur av fólki, sum vildu hava at vita, hvat ein muslimur vildi í Føroyum, og har gjørdist ein langur tráður av fólki, sum ynsktu hana niður og norð. Men tó vóru eisini onnur, sum heilsaðu henni at vera vælkomnari.

 

Og vælkomna kendi hon seg heilt vist.  Hon greiddi frá sínum lívi, frá at hon lá í móðurlívi til dagin í dag. Hon var hugtakandi at lurta eftir, og tað var púra greitt, at hetta er ein kvinna, sum ikki hevur mist sítt skemtingarsemi, hóast hon hvønn dag fær hatursmailar, verður hótt eftir lívinum og noyðist at liva við ókendari adressu.

 

Í dag hevur hon gjørt tað til sína missión at hitta fleiri av hesum, ið spilla hana út fyri at royna at skapa størri tolsemi. Hon veit væl, at hon ikki kemur at bjarga heiminum á henda hátt. Men øll eiga at royna at stilla seg andlit til andlit við hatrið, bæði fyri teirra, men so sanniliga eisini fyri sína egnu skyld, tí tað ger mun.

 

Og hvat er alternativið? spyr hon. Øll kríggj byrja, tí at samtalan endar, og øll kríggj enda, tí at vit aftur fara at tosa saman, heldur hon fyri.

 

Kári Sverrisson sang tveir hugtakandi sangir, og tað var greitt, at hetta hugtók Özlem eisini. Hon ruggaði aftur og fram á setrinum og var eitt stórt smíl.

 

Til seinast kom Heini í Skorini á banan at tosa við hana, serliga um seinasta bókina, hon hevur skrivað: Hvorfor hader han dig, mor? Her royndi Özlem Cekic at vísa á, at tað at vera muslimur er ikki tað sama sum at vera kriminellur ella fullur av hatri. Størsti partur av muslimum í Danmark eru friðarfólk, sum ikki gera haltari hønu mein, men tað eru tey, ið vilja ófriðin, sum hoyrast best og eru til størst ampa í einum samfelag.

 

Tað var týðiligt, at fólk vóru sera hugtikin av Özlem Cekic, og hon gav sær eisini góðar stundir aftaná at práta við fólk. Og sjálvandi hitti hon tveir føroyingar, sum hon kendi. Tað vóru tveir sjúkrarøktarfrøðingar, sum hon hevði gingið í skúla saman við í Keypmannahavn.

 

"Her koma vit aftur," søgdu hon og maðurin sum við ein munn, um Føroya-vitjanina um vikuskiftið.