Tað var spenningur fyri allar pengarnar, tá Liverpool og Middlesbrough í kvøld leiktu triðja umfar í Carling Cup.
Tað varLiverpool, sum eftir 10 minuttir komu á odda í Carling Cup dystinum á Anfield. Mení seinna hálvleiki javnaði Middlesbrough, og so máttu liðini út í eykatíð.
Har kom Liverpool aftur á odda, men tá komið var inn í eykatíðina av yvirtíðini, gjørdi Kolo Toure brotsspark, sum Patrick Bramford setti í netið.
Tí var neyðugt við brotssparkskapping millum bæði liðini.
Middlesbrough brendi fyrsta brotssparkið av fimm, meðan Liverpool brendi tað fimta. Síðani var farið undir hvørt brotsspark sær. Og ikki fyrr enn bæði liðini høvdu skotið 15 spark hvør, lá eitt úrslit klárt.
Tá hevði Liverpool vunnið 14-13 í brotssparkskapping og dystin tilsamans 16-15!