Føroyskir myndugleikar eiga at biðja øll tey, sum eru offur fyri kynsligum ágangi í Føroyum, um umbering.
Tað heldur Rósa Samuelsen, tingkvinna og talskvinna fyri Sambandsflokkin í hesum máli.
Løgtingið hevur aðalorðaskifti um eina heildarætlan um kynsligan ágang í dag, og har ásannaði Rósa Samuelsen, at myndugleikarnir hava forsømt sína skyldu í nógv ár.
Kynsligur ágangur eigur ikki at góðtakast, og tað er heldur ikki ílagi, at myndugleikarnir hava gjørt so lítið við hendan trupulleika, sum teir hava gjørt, sigur hon.
- Tað mugu vit, sum almennur myndugleikar biðja um umbering fyri, tí tað er okkara skylda at tryggja, at hesi fólkini fáa eitt virðiligt lív, segði Rósa Samuelsen.