Líradagur er 26. august, og tá plagar ungin hjá skrápi, sum lírin er, at vera búgvin at taka. Soleiðis er tað ikki bara nátungatíðin, sum nærkast, men eisini tíðin at taka líra.
Holurnar, har skrápur reiðrast og verpur, eru djúpar. Onkrastaðni plaga menn at hava okkurt slag av “loki” oman yvir holuni, so sleppast kann til ungan uttan ov nógv hóvasták.
Í aðrar mátar plaga menn, sum reka líraveiði, at draga líran út úr holuni við króki.
Skrápur reiðrast og verpur í nøkrum oyggjum í Føroyum, og frægast man vera við fugli, har eingin rotta er.
Har skrápur er, og líri verður veiddur, plaga menn at taka líra við lykt, tá ungin nakrar dagar eftir líradag er so mikið búgvin, at hann kemur út úr holu síni móti skrápinum, tá hann í myrkrinum kemur aftur at landi við føði.
Tær oyggjar, sum munnu vera frægast kendar fyri líraveiði, eru ivaleyst Skúvoy, Sandoy, Nólsoy og Koltur.
Skrápur reiðrast eisini í Trøllhøvda, og hann reiðrast fleiri aðrastaðni kring landið - um kanska ikki í sama tali, sum á alment kendu støðunum.
Mikkjal á Ryggi sigur í Fuglabókini, at líri er óføra feitur og rættiligt “góðgæti”, sum skaldið tekur til.
Líri er myrkur eftir bakinum og ljósur í neðra. Tá lýst verður niður yvir skráp í myrkri, skyggir liturin líka sum morreyður, meðan lírin meiri at kalla er kolsvartur eftir bakinum.