Hvat áræði 100 Nólsoyingar skuldu vísa í verki til slíkt avrik fyrst í 1800-talinum er ikki ilt at ímynda sær.
Í Vinnuvitan tann 1. Mai 2008 er grein um alduorkuverkætlanina hjá felagnum SeWave, har yvirskriftin ljóðar, at “Sewave fær ikki pengar”. Greinin er ikki sørt áhugaverd í hesum døgum, nú vit hóma ein glotta fyri strategiskari menning her á landi.
Um allir partar handfara hetta málið skynsamt, og eingin letur seg taka av bóli og letur seg fornerma, kann hetta gerast eitt høvi hjá almennu Føroyum at taka eitt megnarstig á leiðini til tess aftur at gerast ein strategisk eind, sum við sjálvdefineraðum málum stingur út í kortið og í verki vinnur á mál.
Fyrsta uppgávan er sum nevnt, at eingin tekur sær nær tann hvassa broddin, sum ein og hvør læruprosess hevur við sær, og sum vit kenna heilt frá barnsbeini av. At átaka sær strategiskar læruprosessir krevur, at vit, eins og børnini, lata okkum læra.
At seta við – og at vera við
Vit kunnu helst skjótt semjast um, at tað er ikki lívið um at gera fyri Føroyar og føroyingar at gera eitt alduorkuverk. Tað kundi eins væl verið so mangt annað. Tað, sum er lívið um at gera, er, at vit seta við og koma okkum inn í altjóða samfelagið, har tað ber nøkrum okkara til at vera við i fremstu røð á sínum øki. Eisini fyri at vísa umheiminum í verki, at Føroyar ynskja at átaka sær sín leiklut – eisini í altjóða gransking og menning.
Alduorkuverkið í SeWave stendur einsamalt í so máta og mær vitandi er einki annað prosjekt undir føroyskari leiðslu, sum á sama hátt slóðar fyri einum veruligum samstarvi millum Føroyar og EU á menningarøkinum. Skulu vit tí kvetta á stokkinum nú, fer ein perlurøð av møguleikum, hepni, orku og altjóða samstarvi fyri skeyti. Tað kann vísa seg at ganga long tíð til slíkt prosjekt aftur gerst veruleiki.
Felags prosjekt
Skulu vit vinna framá er neyðugt, at vit leggja orkuna í felags prosjekt. Eitt prosjekt, sum onkur einstaklingur soleiðis hissini fær hug til, kann vera áhugavert hjá viðkomandi, men leiðin er ógongd, og søgan vísir okkum nógv dømi um, at einstaklingar máttu lúta, og prosjektið fall fyri bakka. Søgan vísir onnur prosjekt, har einstaklingurin mátti lúta, meðan onnur gjørdu prosjektið til eitt felags prosjekt og á tann hátt fingu tað til høldar. Men initativ verður tikið av tí einstaka.
Skulu vit vinna framá, krevur tað, at tað ber tí einstaka til at ýta seg inn á, hvat eitt felags prosjekt er. Eitt er, at onkur ynskir at draga í sjálvdrátti, men tað skal bera teimum fólkum til at draga í felag, sum ynskja tað. Hetta er sjálvur grundvøllurin í leiðslu – tað, sum ger eitt felags átak møguligt.
Júst alduprosjektið í SeWave er eitt slíkt prosjekt, sum stungið varð út í kortið av táverandi landsstýrismanni við orku- og umhvørvismálum, Eyðuni Eltør, og SEV. Hetta var eitt felags prosjekt við samvirkni (commitment) bæði frá landsstýrinum og frá kommununum. Embætisverkið er tað, sum í dag eitur Jarðfeingi, sum tá æt Oljumálaráðið.
Grundað á ummæli frá Jarðfeingi, sigur landsstýrismaðurin við Vinnuvitan, at “ov ógreitt er, hvussu nógv fæst burtur úr ætlanini, samstundis sum ov lítið ítøkiligt fyriliggur um, hvat gagn Føroyar fáa av at vera við í hesum slagi av gransking.” Júst hesin setningurin er strategiskt áhugaverdur, tí her verður spurnartekin sett við prosjektið, sum eitt felags prosjekt. Skulu vit taka hetta fyri áljóðandi, merkir tað, at tað sum Jarðfeingið og landsstýrismaðurin sjósetir sum eitt felags prosjekt saman við øllum kommunum í landinum ígjøgnum SEV í 2003, ikki er eitt felags prosjekt í 2008!
Strategiski lærusetningurin er greiður – soleiðis vinna vit ongantíð framá. Við slíkari argumentatión verður eitt og hvørt granskingar- og menningarprosjekt slept á stokkinum, tá ið úrslitini hómast í havsbrúnni.
SeWave prosjektið gerst soleiðis eitt prinsippmál, har landsstýrið gevur til kennar, um tað er ein strategiskur samstarvspartur, ella tað bert er ein hissini leikari á vøllinum, sum viðhvørt ger sum um hann er samvirkin, og til aðrar tíðir leggur fótonglar út. Ella, sum vit viðhvørt siga tað í strategiskum samanhangi, at hetta er “krígsherjað øki”, har ein skal rokna við øllum.
Gransking og menning – og rakstur
Tann næsti strategiski lærusetningurin, sum vit kunnu lesa burturúr greinini, er samanburðurin við vindmyllur. Í fyrsta lagi er sjálvt talgrundarlagið í greinini komið skeivt fyri, tí potentialið fyri hesum slagi av alduorku í Føroyum liggur um 1-2.000 GWt árliga, meðan potentialið fyri vindorku man liggja um 2-400 GWt árliga. Tá verður í báðum førum roknað við at ovurtroyta møguleikarnar. Trupulleikin er bert tann, at alduorka er ikki ein kend og brúkilig tøkni – hon er í menning. Tí er tað meiningsleyst at tosa um, hvat alduorka kostar samanborið við vindorku. Til samanberingar framleiðir SEV í dag millum 2 og 300 GWt. árliga. Spurningurin stendur ikki imillum vind ella aldu. Her er talan um bæði og.
Spurningurin fyri strategisku Føroyar er í hesum føri ikki, hvussu vit sjálv kunnu fáa bíligastu orkuna í næstu framtíð. Spurningurin er, um vit vilja vera við at lyfta okkara part av menningini innan eitt øki, har vit hava natúrligar fortreytir at gera ein mun, og um vit vilja geva okkara fólki høvi at samvirka við altjóða samfelagið á høgum støði. Samstundis sum møguleikarnir her á klettunum eru týðandi, um vit hyggja eini 5-10 ár fram í tíðina.
Tá ið EU hevur givið tilsøgn um stuðul til eina slíka verkætlan í Føroyum – sum jú ikki er partur av EU – er tað júst tí EU hevur áhuga í menningini. Men hvørki EU ella aðrar strategiskar eindir hava nakran áhuga at samstarva við fólk, sum ikki vilja vera við til at lyfta sín part. Tá ið tað í greinini stendur, at “...um sjálvan granskingarpartin vita vit ov lítið um, hvat fæst fyri pengarnar...”, má tað eisini vera komið skeivt fyri, tí EU játtar ikki pening uttan rættiliga neyvar frágreiðingar og lýsingar.
Eyðkenni við einum strategiskum prosjekti
Tann triði strategiski lærusetningurin, sum vit kunnu lesa burturúr greinini, er spurningurin um eyðkennini við einum slíkum prosjekti. Við setninginum: “ov ógreitt er, hvussu nógv fæst burtur úr ætlanini, samstundis sum ov lítið ítøkiligt fyriliggur um, hvat gagn Føroyar fáa av at vera við í hesum slagi av gransking.”, geva vit til kennar, at fyri at vera við einum menningar prosjekti er kravið, at tað er greitt, hvussu nógv fæst burturúr ætlanini. Hvat sigur hetta um onnur strategisk prosjekt?
Hóast vit ikki vita nógv um onnur prosjekt við hesi tyngd, so vita vit eitt. Tey hava øll somu eyðkenni: Tað er ógreitt, hvussu nógv fæst burturúr ætlanini, eins og tað er lítið ítøkiligt at siga um, hvat gagn Føroyar fáa av at vera við í hesum slagnum av gransking. Tað er, um ein ikki íroknar, at landið er við á altjóða støði. Tað er í hesum føri størsta ítøkiliga nútíðar nyttan, sum er vís í hvørjum einasta prosjekti av slíkum slag, hvørt tað hepnast ella ikki – og helst eisini høvuðsorsøkin til at løgmaður leingi hevur roynt at koma Føroyum inn í EU granskingarsamstarvið.
Sama ger seg galdandi, tá ið sagt verður, at “um sjálvan granskingarpartin vita vit ov lítið um... hvat landsstýrið bindur seg til.” Tað er júst høvuðseyðkenni við allari strategiskari menning og serstakliga gransking – vit kenna ikki dagin í morgin. Hvør skuldi vita, tá ið Bogi Hansen á sinni fyri einum 30 árum síðani fór undir tær fyrstu hita- og saltmátingarnar við Jens Chr. Svabo, at hann og onnur seinni fóru at skriva greinar í altjóða tíðarrit við støði í eini altjóða viðurkendari føroyskari fiskirannsóknarstovu? Hvør skuldi vita, tá ið Elias Davidsen, sáli, eisini fyri um 30 árum síðani fór undir fyrstu frárenningarmátingarnar, at tær soleiðis hissini skuldu takast niður 20 ár eftir?
Vit vita ikki um nógv – og sumt vita vit við vissu
Tað tekur nógv orð at skriva um alt tað, ein ikki veit í einum strategiskum prosjekti. Óvissan er eitt høvuðseyðkenni. Men har eru tríggir aðrir setningar, sum eru meira nýtiligir í praksis, og sum allir koma til sjóndar í atferðini hjá Nólsoyingum fyri nærum tveimum øldum síðani, hóast orðið strategi neyvan hoyrdist niðri á Mølini ella úti á Malarenda, millum hamarsløgini. Strategisk úrslit røkka vit bert:
við samvirkni (commitment) frá øllum týðandi pørtum grundað á víðsjónina, sum hómast fyri framman.
við eini samgongu, sum tað ber til at leggja vekt á ígjøgnum alla perlurøðina av prosjektum, eisini tá ið óvissan er at líkna við svartastu toku, og einki ýti er at hóma.
tá ið lyklapersónar hava innlit í strategiska leiðslu og hava viljan til at brúka hetta innlit í praksis í teimum heilt ítøkiligu stigum, sum liggja fyri dagin í dag. Eitt og eitt ítøkiligt prosjekt í senn. Stórt og smátt.
Spurningurin um játtan til alduorkuverkætlanina í SeWave er tí ikki ein spurningur um tað, vit ikki vita. Spurningurin er, um tað ber til, ella tað ikki ber til í verki at byggja eitt strategiskt prosjekt upp frá botni og fáa tað til høldar, har almennu Føroyar er ein partur – tað er prinsipiella málið.