– Hon átti at sæð tað sjálv, og løgmaður eigur í øllum førum at síggja tað.
Tað segði Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins við útvarpið í kvøld.
Hann sigur, at tað ber ikki til, at hon skal skipa fyri eini kanning um, hvussu Taks hevur handfarið skattamálið hjá Eik.
– Hon er í farloyvi frá starvi sínum í TF Holding, sum eigur Eik, sum kanningin skal fevna um. Tí má kanningin sjálvandi flytast í annað ráð, segði Jørgen Niclasen.
– Kristina Háfoss var ráðgevi í TF Holding – tað vil siga Eik konsernini, tá Eik bað um og fekk frádráttin upp á góðar 90 milliónir krónur, tí er hon ógegnig – tí tá sat hon hinu megin borðið, segði Jørgen Niclasen.
Formaður Fólkafloksins, sum er fyrrverandi fíggjarmálaráðharri segði eisini við útvarpið, at tað er ikki vanligt, at landsstýrisfólk fara inn í einkult mál.
– Men tað ætlar hon sær hesaferð. Hon er í farloyvi og skal í sítt gamla starv hjá Eik samtakinum eftir landsstýristíðina. Tí eiga hon og øll onnur at skilj, at tað er ikki rætt, at hon skal kanna, hvussu Taks hevur viðfarið hennara egna arbeiðspláss, segði Jørgen Niclasen.