- Tað er ótrúliga keðiligt, at semja ikki fekst millum kommunurnar í Suðuroy um barnaverndina, sigur Annika Olsen.
Tað er nú staðfest, at eingin semja fekst millum kommunurnar í Suðuroy um eina barnanevnd. Og tað harmar landsstýriskvinnuna í almannamálum.
- Eitt skriv er komið frá borgarstjóranum í Vági, og tað má eg so fara at hyggja nærri at, sigur Annika Olsen.
Hon ætlar sær at vita, hvat nú er til ráðar at taka.
- Tað besta hevði sjálvandi verið, um ein semja var fingin millum allar kommunurnar, og tað var eisini tað, ið eg hevði vónað. Men hetta er so støðan, og so mugu vit hyggja nærri eftir, hvat er til ráðar at taka, sigur Annika Olsen.
Hon sigur, at tað hava verið smávegis trupulleikar aðrastaðni, men at sum hon skilir eru teir fingnir av vegnum.
- Hetta er so einasti knúturin mær vitandi, og so mugu vit síggja, hvat vit gera við tað. Tað ert hóast alt ein heilur mánaður eftir, til alt skal verða komið upp á pláss, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Les eisini: Suðuroyingr fingu ikki semju um samstarv