Rákið, har føroysk fiskiskip verða mannað við útlendskari manning, tykist nú eisini at breiða seg til vinnur á landi.
Kristian Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag, sigur, at fleiri handverkarar hav avent sær til felagið og boða frá, at teir eru uppsagdir á arbeiðsplásssum í Havn, og at eysturlendskir handverkarr eru settir ístaðin.
Hann leggur afturat, at ábendingar eru um, at fleiri uppsagnir av hesum slagi eru á veg og at eysturlendingar fara at taka arbeiði upp á byggiplássum í Føroyum fyri nógv minni løn, enn føroyskir handverkarar arbeiða fyri. - Hetta er eitt mál, vit í Handverkarafelagnum taka í allarstørsta álvara og hetta er eitt mál, vit fara at taka upp alt fyri eitt, sigur hann.
Formaðurin í Handverkarafelagnum í Havn, heldur, at hetta er ein sera hættislig gongd fyri føroyska byggivinnu og fyri føroyska samfelagið. Og hann heldur, at ikki minst er hetta ein hættislig gongd fyri tær almennu verkætlanirnar, sum eru í gerð, ella eru í umbúna.
- Tað er eingin trygd yvirhøvur fyri, at teir, sum koma eystaneftir, og siga seg vera handverkarar, í veruleikanum eisini eru handverkarar, sigur hann. - Sostatt er heldur eingin trygd fyri dygdina í arbeiðnum, leggur hann afturat. - Verður hetta lagið framyvir, eri eg onga løti í iva um, at Skúladepilin í Suðuroy verður ikki tann einasti bygningurin, almennur og privatur, har ein fittur partur av arbeiðnum má gerast um aftur, sigur Kristian Eli Brimsvík.
Hann sigur, at tað hevur ikki eydnast at fáa vissu fyri, akkurát, hvat hesir útlendingarnir fáa í løn, men tað er í øllum føri væl minni enn ein føroyskur handverkari fær.
Formaðurin í Havnar Handverkarafelag sigur, at hetta, at føroyskir handverðarar verða uppsagdir til frama fyri bíligar eysturlendingar, er eitt rák, sum hevur tikið seg upp hesa seinastu tíðina, eftir at arbeiðstakar fingu fríari ræsir at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya.
Upprunaliga var treytin, at tað bar bara til at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, tá ið arbeiðsloysi fór upp um 3,5 prosent í tríggjar mánaðir upp í slag. Nú er hámarkið hækkað upp í seks prosent. Í løtuni liggur arbeiðsloysið ímillum 4-5 prosent.
|