Summarið í Danmark í ár gjørdist eitt av teimum vátastu í manna minni. Harumframt hevur veðrið verið sera ógvusligt.
Hetta fekk ein føroyskur útiseti, ið er búsitandi í Ringe á Miðfjóni, at kenna, tá ið hann í bili sínum um Ólavsøkutíð koyrdi til Faaborg eftir nøkrum pakkum av turrum fiski.
Túrurin til Faaborg gekk væl, men á veg heim aftur gjørdist knappliga bøla myrkt. Toran gekk og snarljósini bleiktraðu. Fá sekund seinni lýsnaði, og við eitt kom eitt frekt heglingsæl, har flestu av heglingunum vóru á stødd við bæði stara- og høsnaregg. Loksins fór at regna av grimd.
Innkomuvegurin til Ringe er á láglendi, og tá ið føroyski útisetin koyrdi inn til býin, varð bilurin nærum hálvur undir í vatni. Motorurin orkaði ikki meira og støðgaði, so har var bert eitt at gera, og tað var at boðsenda Falck, sum sleipaði hann seinasta teinin til hús.
Hóast ógvusliga veðrið, hevur hitin inni í landinum í meðal ligið um 20 hitastig.