Oh Obama

Fagnaðurin millum demokratarnar í Chicago og aðrastaðni mundi ikki fingið nakran enda, tá tað bleiv staðfest, at Barrack Obama hevði vunnið forsetavalið

Tá sjónvarpsstøðirnar kunngjørdu, at Barrack Obama fekk teir 55 valmenninar í Kalifornia, lupu viðhaldsfólk hansara í heimbýnum Chicago um hálsin á hvør øðrum. T´úrslitið í Kalifornia gjørdi, at Obama hevði fingið meiri enn 270 valmenn, sum skulu til fyri at vinna eitt forsetaval. Tað gjørdi ikki hýrin verri, at John McCain løtu seinni kom á skíggjan og ásannaði sín ósigur.

Tað var nú ikki serliga stórur spenningur um úrslitið í Kalifornia, tí eingin var í iva um, at meirilutin í statinum fór at atkvøða fyri demokratiska valevninum. Tí vóru demokratiskir afroamerikanarar víða um landið langt síðani farnir undir at fagna sínum valevni, áðrenn tað alment bleiv staðfest, at Obama hevði vunnið.

Frammanundan vóru úrslitini úr fleiri av teimum sonevndu ivastatunum komin, og har hevði tað gingið Obama væl. Fyrst frættist, at hann hevði vunnið í Pennsylvania og í Ohio, og tá tað seinni frættist, at hann eisini hevði vunnið í Florida og í tí erkakonservativa statinum Virginia, var eingin ivi longur um úrslitið.

Pennsylvania og Ohio vóru teir størstu statirnir, har úrslitið sambært kanningunum kundi fara báðar vegir. Tær flestu atkvøðurnar her eru frá hvítum í arbeiðarastættini, og John McCain hevði lagt seg eftir at vinna í báðum statunum. Á forsetavalinum fyri fýra árum síðani vunnu demokratarnir í Pennsylvania, meðan Bush vann í Ohio. Men átakið hjá McCain miseydnaðist. Eitt var, at tað miseydnaðist honum at taka Pennsylvania frá demokratunum, men hann misti eisini Ohio.

 

Fíggjarkreppan

Á uppstillingarvalinum hjá demokratunum vann Hillary Clinton bæði í Pennsylvania og í Ohio. Tá bendu meiningakanningar á, at tað eydnaðist ongantíð Obama at fáa tak á veljarunum har, men eygleiðarar halda, at fíggjarkreppan fekk nógvar veljarar at broyta hugsan. Sjálvt teir veljararnir, sum vóru í iva um at velja ein svartan mann í Hvítu Húsini, sleptu ivanum, skrivar AP.

Tá úrslitið úr Kalifornia kom, hevði Barrack Obama vunnið í 23 statum, meðan John McCain hevði vunnið í 18.

Vert er at nevna, at Obama vann í øllum teimum statunum, sum John Kerry vann í fyri fýra árum síðani. Harafturat vann hann New Mexico, Iowa, Virginia og Ohio, sum George W. Bush vann í fyri fýra árum síðani.

 

Eisini Senatið

Sambært fyribilstølunum í morgun fær demokratiski flokkurin meiriluta í Senatinum. Undan valinum høvdu demokratarnir og republikanararnir 49 senatorar í part. Harumframt eru tveir óheftir, sum vanliga atkvøða saman við demokratunum.

Demokratarnir høvdu sett sær fyrio at fáa 60 sessir í Sernatinum, tí tað hevði gjørt, at republikanararnir høvdu mist møguleikan at steðga einum lógaruppskoti í Senatinum. . Men hesum máli rukku teir ikki.

Demokratarnir fingu fimm senatorar afturat úr statunum Virginia, North Carolina, New Mexico, Colorado og New Hampshire, men teir kunnu fáa uppaftur fleiri. Hinvegin eydnaðist tað teimum ikki at fella leiðaran hjá teimum republikonsku senatorunum, Mitch McConnell úr Kentucky, og Saxby Chambliss í Georgia, sum teir høvdu vónað.