Í løtuni verður kannað um eitt airbus flogfar hjá Atlantsflogi, sum var fyri óhappi á flogvøllinum í Billund í kvøld, fekk skaða, og í so fall, hvussu umfatandi hann er.
Marius Davidsen á Atlantsflogi sigur nú, at tá ið flogfarið hjá Atlantsflogi skuldi avgreiðast í Billund í kvøld, bar ein trukkur við flogfarið og gjørdi eina skøvu í tað.
Trygdarkrøvini fyriskriva at slíkt skal kannast, áðrenn flogfarið sleppur á flog aftur og tær kanningarnar verða gjørdar nú.
Men hetta elvdi til seinkingar, tó er øll flogferðslan í kvøld í ferð við at verða avgreidd við øðrum flogførum, um, enn nakað seinkað við tað, at flogfarið við ferðafólkunum er væntandi í Vágum klokkan 2.55 í kvøld.
Men Marius Davidsen sigur, at tað er greitt, at óhappið í Billund fer ikki at ávirka flúgvingina í morgin, tí tá verður flogið, sum ætlað.
Sosatt er greitt, at í fyrstu syftu fær óhappið bara lítla ávirkan á flúgvingina. Men vísa kanningarnar, at flogfari hevur fingið slíkan skaða, at tað verður sett í eina tíð er søgan ein heilt onnur. Men tað vita tey einki um enn, tí enn er ikki greitt, nær flogfarið, sum var fyri óhappi í Billund, sleppur á flog aftur.
|