FØROYAR hava fingið sína fyrstu minnilutastjórn. Eftir at teir báðir miðflokkarnir hava boðað frá, at teir fara ikki í Tinganes, er greitt, at verandi samgonga sleppur at royna seg sum minnilutastýri. Hon fer at fáa sær undirtøku fyri teimum ymsu málunum sohvørt tey eru fyri í tinginum.
HETTA er í sær sjálvum áhugavert, tí tað er ein avbjóðing fyri okkara politisku skipan. Men spurningurin er so, um hetta er rætta tíðin at royna eina slíka, nú tá leiðarin av samgonguni, løgmaður sjálvur, hevur brent so nógvar brýr av! Hvussu kann ein Edmund Joensen, sum hevur fingið sær so nógvar óvinir - fyrst fór Finnbogi Arge úr flokkinum, síðani fóru javnaðarmennirnir úr samgonguni, og nú fekk sjálvstýrismaðurin sekkin, fyri ikki at tala um tey mongu negativu úttalilsini frá hansara egnu og samgongumonnum - vænta sær undirtøku fyri teimum ymsu málunum - frá somu politikarum, sum hann hevur ?tveitt? út í kuldan!
HENDA sannroynd fær okkum at ivast stórliga í, hvussu væl vald løtan er til at royna eitt minnilutastýri fyri fyrstu ferð. Tað sigur okkum so mikið sum, at hesi samgonguni verður ikki langt lív lagað. Kann vera at hon fer at fáa stuðul frá miðflokkunum, men spurningurin er, hvussu leingi teir vilja stuðla eini samgongu, sum teir higartil at stríðst og barst ímóti síðani síðsta val! Tá teir síggja, at rætta løtan er komin, og har teir ikki fáa stuðul frá samgonguflokkunum fyri einum av sínum hjartamálum (og tey eru mong), so útloysa teir nýval. Tí vilja komandi mánaðirnir politiskt verða ein spurningur um eina ballansugongd millum kristiligu flokkarnar og samgonguna. Neyvan fara hinir andstøðuflokkarnir at rætta Edmundi eina hjálpandi hond, tá ástendur. Men so mugu teir eisini gera sær greitt, at teir fáa eitt nýval.
EIN kann ikki siga annað enn, at hetta er ein sera óheppin støða, nú fíggjarlóg og aðrar týðandi lógir skulu samtykkjast. Her m.a. uppskotið til kolvetnislóg. Hinvegin er tað eisini umráðandi at fáa minni turbulent politisk viðurskifti og til tess er helst neyðugt við einum vali, har vit fáa reinsa luftina og byrja heilt av nýggjum. Soleiðis sum gongdin hevur útviklað seg bendir mangt á, at tað ikki verður sambandsflokkurin, sum kemur at mynda eitt komandi landsstýri, hvørki so ella so. Samgongan eftir valið fer møguliga at fevna um nakrar av stóru flokkunum í andstøðu og síðani ein ella tveir av smærri flokkunum ella einum størri flokki aftrat. Hetta kann tó bert valúrslitið avgera. Tá hugsað verður um stóru ósemjurnar í sambandsflokkinum kann tað henda, at flokkurin, fyri ikki at skula enda aftur úti í áralangari oyðimarkarferð, fer at finna sær nýggjan formann - fyri harvið at tryggjað sær pláss í eini komandi samgongu.