Óhoyrt úrslit í Europa League

Europa League: Eisini fekk Cristiano Ronaldo sítt fyrsta mál í kappingini

Mynd: (Scanpix) Stóri spælarin á vøllinum var Gustav Isaksen, sum her fegnast um 4-1 málið

Í gjár var annað umfar í bólkaspælinum í bæði Europa League og Europa Conference League. Tað vóru ein rúgva av dystum kring alt Evropa, men eitt úrslit skarðar burturúr.

 

FC Midtjylland vann heili 5-1 á italska stórliðnum Lazio. Heimaliðið, sum hevur havt føroyskar spælarar sum Sonna Ragnar Nattestad, Jákup L. Thomsen, Hanus Sørensen og nú Heina Sørensen í felagnum, vann púra óvæntað ein stórsigur.

 

FC Midtjylland hevur ikki havt eitt gott kappingarár og hevur longu skift venjara einaferð, tá Bo Henriksen bleiv koyrdur. Hann er fyrrverandi venjari hjá Halli Hansson í AC Horsens, og varð settur í samband við føroyska landsliðsvenjarastarvið.

 

Cristiano Ronaldo skoraði eisini sítt fyrsta mál í Europa League. Hann hevur annars bara spælt í Champions League. Manchester United vann 2-0 á útivølli móti FC Sheriff úr Moldova.

 

Felagið hjá Samuel Johansen Chukwudi, belgiska Union St. Gilloise, vann 3-2 á Malmø FF. Union St. Gilloise kunngjørdi í vikuni, at felagið hevur leigað føroyska miðverjan frá HB í eitt ár. Tað er ein átekning í sáttmálanum, um at belgiska felagið kann keypa unga miðverjan.

 

Royndi spanski vongurin í Real Betis, Joaquin, setti eisini eitt nýtt met í gjár, tá hann økti til 2-0 í 3-2 sigrinum á bulgariska Ludogorets Razgrad. Hann bleiv við sínum 41 árum og 56 døgum tann elsti spælarin, at skora í Europa League.

 

Mynd: (Scanpix) Stóri spælarin á vøllinum var Gustav Isaksen, sum her fegnast um 4-1 málið