Ókeypis bussleið í Sunda kommunu

Frá 1. januar fer ókeypis bussleið at koyra í Sunda kommunu.

 

Tað samtykti Sunda kommuna á býráðsfundi mánakvøldið, tað peningur varð settur av til endamálið. Koyrt verður runt í flest øllum bygdum frá eftir skúlatíð til út á kvøldið við sambandi við frítíðarvirksemi, ítróttarvirksemi mentanarvirksemi, ungdómsvirksemi  og eldraøkið í Sunda kommunu.

 

Størsta málið hjá kommununi er Skúlin við Streymin, har 60 milliónir krónur eru settar av í 2017 til Skúlan við Streymin.

 

Les eisini:Seta spakan í skúla fyri 85 milliónir

 

Býráðið hevur eisini samtykt eina heildarætlan, sum skal gerast fyri ítróttarøkið við Margáir, og 800.000 krónur eru settar av í 2017 at byrja arbeiðið við.

 

Tvær milliónir krónur eru settar av til havnalagið í Haldórsvík, sum skal framtíðartryggja virksemið nógv ár inn í framtíðina.

 

Peningur er settur av til, at fáa gjørt kloakkviðurskiftini liðug í 2017 og at byrja arbeiðið við kirkjugarðunum í Tjørnuvík, Hósvík og við Norðskála.

 

Við ársbyrjan var skuldin hjá Sunda kommunu góðar 13 milliónir krónur svarandi til 20 prosent av eini álíkning, og hóast lán verður tikið upp á 50 milliónir krónur verður samlaða skuldin undir einari álíkning. Ætlanin er, at øll skuld er afturgoldin innan átta ár, skrivar Sunda kommuna.