Ókeypis býbussar í Klaksvík

Í kvøld skal Klaksvíkar býráð taka støðu til, um bussleiðin, sum ætlanin er at seta á stovn í summar, skal verða ókeypis fyri brúkararnar í ár og næsta ár.

Í kvøld skal Klaksvíkar býráð taka støðu til, um bussleiðin, sum ætlanin er at seta á stovn í summar, skal verða ókeypis fyri brúkararnar í ár og næsta ár.

 

Talan er um eina royndartíð. Býráðið hevur sett pening av til eina royndarskipan við eini bussleið í Klaksvíkar Kommunu seinna hálvár 2014. Royndarskipanin skuldi upprunaliga vara eitt hálvt ár. Tað vísir seg nú, at hetta ikki er nóg long til eina royndarskipan. Tí verður nú mælt til eina royndartíð á hálvtannað ár, og tí má býráðið seta fleiri pengar av til endamálið.

 

Á fíggjarætlanin eru settar av 1,7 milliónir krónur til endamálið. Við longda tíðarskeiðinum verður neyðugt at játta 3,5 milliónir krónur á fíggjarlógini fyri næsta ár.

 

Umsitingin hjá Klaksvíkar býráð leggur upp til, at viðkomandi nevndir og býráð umrøða spurningin, um bussleiðin skal vera ókeypis ella ikki, og um royndarskipanin kann vera í hálvtannað ár, sum veitarin mælir til, og sum er ein treyt fyri, at hann kann útvega hóskandi bussar til endamálið

 

– Hetta merkir, sum upplýst, at býráðið bindur seg til at seta 3,5 millióir krónur av á fíggjarætlanini fyri 2015, stendur í skránni til býráðsfundin í Klaksvík í kvøld.

 

Dentur verður lagdur á, at verður royndarverkætlanin sett í gongd sambært omanfyri nevnda prinsippi, so má málið takast upp aftur í royndartíðini við atliti til, um haldast skal fram við kommunalari bussleið aftaná 2015, og verður tað gjørt, so má spurningurin um avseting í samband við útbjóðing, útvegan av bussskýlum og gerð av busslummum takast upp til viðgerðar, stendur eisini í fundarskránni.

 

Trivnaðarnevndin í Klaksvíkar kommunu tekur undir við, at royndartíðin verður hálvtannað ár, sum viðførir eina binding á fíggjarætlanini fyri 2015 upp á 3,5 milliónir krónur. Nevndin mælir til, at bussleiðin verður ókeypis at brúka í royndartíðini.