Ókeypis Familjukrókur hjá Føroya Pro Vita á ólavsøku

Tíðindaskriv

 

Aftur í ár bjóðar Føroya Pro Vita øllum hjartaliga vælkomnum til tann væl dámda og ókeypis Familjukrókin á ólavsøku.

 

Familjukrókurin heldur til niðriundir í Skansahúsinum,  J.H. Schrøters gøta nr. 11, tann 28. og 29. juli frá kl. 16-20.

 

Umstøðurnar í Familjukrókinum er góðar og róligar; til ber m.a. at geva børnunum ein bita, geva bróst ella at hita eina fløsku. 

 

Vit bjóða eina lætta máltíð, vatn, sunkist, ein heitan drekkamunn við onkrum góðum afturvið, umstøður at skifta blæður í og spøl og leikur til børn í ymsum aldri.

 

Størru børnini kunnu spæla uttanfyri, har vit m.a. hava hoppibond, krit og sápubløður.

 

Andlitsmáling o.a. stuttligt verður eisini.

 

Familjukrókurin er partur av størri tiltaki hjá Skansahúsinum, har tað er opið hús, og til

 

ber at heilsa uppá fólk frá ymsu felagsskapunum, sum húsast har og hoyra um teirra

 

virksemið.

 

Leikja til tiltakið: https://www.facebook.com/share/UtNH6Kg2VnGQpCem/

 

 

 

Føroya Pro Vita ynskir øllum føroyingum eina góða ólavsøku!