Tað siga tunnilsfeløgini í hoyringssvari til uppskotið hjá landsstýrinum um at taka gjaldið av fyri at koyra í Vága- og Norðoyatunlunum.
Jens Kári Vilhelm, nevndarformaður, og Uni Danielsen, stjóri, vóru á fundi við fíggjarnevndina í sambandi við viðgerðina av málinum.
Teir vístu á, at raksturin, og innkrevjingin av tunnilsgjøldum í Vágatunlinum, Norðoyatunlinum og Eysturoyartunlinum er lagdur í felagið P/F Tunnil. Greiður fíggjarligur skilnaður er millum tunnilsfeløgini.
Útreiðslurnar í P/F Tunnil verða deildar millum feløgini í mun til ferðsluna í tunlunum.
Í 2021 var samlaða ferðslan í Vágatunlinum 901.680 akfør (22,7%), í Norðoyatunlinum 1.451.300 (36,5%) og í Eysturoyartunlinum 1.625.200 (40,9%)
Í lógaruppskotinum er stuðul til Eystur- og Sandoyartunlar 7 mill. fyri at lækka prísirnar. Um einki gjald verður í Vága- og Norðoyatunlinum, so má Eystur- og Sandoyartunlar gjalda fyri alla innkrevjingina. Tað verður ein meirkostnaður á uml. 2,5 mió. kr. fyri Eysturoyartunnilin, upplýsa tunnilsfeløgini fyri fíggjarnevndini.