Okkara arbeiði er liðugt

Vit kalla ikki partarnar saman aftur, sigur John Rajani semingsmaður

 

Verkfall


?Okkara uppgáva er liðug. Tí fara vit ikki at kalla partarnar saman aftur.

Tað verður ikki uttan víðari, at semingsmenninir fara at kalla arbeiðarafeløgini í verkfalli og arbeiðsgevararnar, aftur til samráðingarborðið.

John Rajani, annar av semingsmonnunum, sigur, at arbeiðið hjá semingsmonnunum er liðugt, so nú eru teir ikki partur av málinum longri.

?Tí fara vit ikki at taka stig til at fáa samráðingarnar ígongd aftur. Tað er tað í veruleikanum heldur ikki grundarlag fyri at gera tað, tí vit hava ikki frá nøkrum av pørtunum fingið nakrar sum helst ábendingar um, at støðan er broytt.

Semingsmaðurin sigur, at skal semingsstovnurin upp í aftur, verður tað ikki, fyrrenn annar parturin beinleiðis vendir sær til semingstovnin við áheitan um at royna at fáa samráðingarnar ígongd aftur.

? Men skulu vit gera tað, má tann parturin, sum heitir á okkum, geva til kennar, at hann hevur eitt ítøkiligt uppskot, sum ger, at tað er grundarlag fyri at taka samráðingarnar upp aftur.

Annars er John Rajani ikki sinnaður at gera stórvegis viðmerkingar til støðuna.

Vit spurdu hann, um partarnir,eftir hansara tykki, eru langt frá eini semju.

? Tað havi eg onga viðmerking til. Vit kunnu bara staðfesta, at so leingi teir ikki eru samdir, eru teir ikki samdur.

Annars hevur nógv verið tosað um eina avtalu, sum skal vera gjørd í sambandi við sáttmálan, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag øðrumegin og Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík hinumegin.

Avtalan ímillum teirra skal eitast at vera, at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag ikki skuldu fáa størri lønarhækking enn Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík, fingu.

?Tað havi eg onga viðmerking til. Tað einasta, eg kann siga, er, at semingsstovnurin hevur onki við slíkar avtalur at gera,sigur John Rajani.