Okkara EM-bólkur: Svøríki vann stórsigur á Íslandi

Ísland mátti leggja rygg til stórtap fyri Svøríki

Mynd: Vísir

Fyrr í kvøld vann føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti stórsigur 34-16 (16-9) á Luksemborg í EM-undankappingardysti á útivølli.

 

Hini bæði liðini í bólkinum, Ísland og Svøríki spældu dyst seinni um kvøldið á Ásvellum.

 

Svøríki vann stórsigur 37-24. Svenskarar vóru á odda 17-12 í steðginum. 

 

Jamina Roberts var toppskjútti hjá Svøríki við sjey málum. Elín Klara Þorkelsdóttir var toppskjútti hjá Íslandi við fimm málum.

 

Svøríki er oddalið í bólki 7 við seks stigum. Ísland er nummar tvey við fýra stigum, og Føroyar eru nummar trý við tveimum stigum. Luksemborg er aftast við ongum stigi.

 

Svøríki og Ísland hittast á heimavøllinum hjá Svøríki longu leygardagin klokkan 13. 

 

Sunnudagin klokkan 17 spæla Føroyar og Luksemborg í høllini á Hálsi í Havn. 

 

Mynd: Vísir