Í móttøkuni á Hotel Hafnia í miðbýnum hava vit sett brøðrunum Olsen stevnu. Við okkum í skjáttuni hava vit eina eldri plátu hjá teimum. Plátan stendur at vera útgivin í 1972. Heitið á plátuni er stutt og greitt Olsen. Á plátuni eru myndir av tveimum rímiliga ungum monnum, sum eru klæddir, eftir tátíðarmetum, litføgrum og flottum klæðum. Teir siga beinanvegin ja til at fríðka um plátuna við nøkrum pennastrokum, tá teir hvør í sínum lagi koma oman í móttøkuna. Jørgen, eldri beiggin, er áðrenn, men Noller kemur ikki leingi aftaná.
Hetta eru tveir sera proffesionellir menn, sum sita yvirav okkum. Teir vita júst, hvat tað snýr seg um, og teir eru fryntligir sum fáir. Skiftast um at tosa, og í allar mátar er tað sum at práta við nakrar, sum tú hevur kent alt lívið. Hetta eru tveir menn, ið duga og kunna fáast við fjølmiðlarnar.
Fantastisku Føroyar
Millum ár og dag, so hava Olsen brøðurnir vitja í nógvum londum. Serliga Týskland og Norðurlond hava verið biðlarnir til tónleikin hjá teimum.
Hóast teir hava vitjað í mongum londum, so verður ikki spart við jaligum lýsingarorðum um Føroyar.
-Tit hava eina fantastiska náttúru, og fólkini her eru sera vinarlig, og vit hava møtt hjálpsemi, sum vit ikki síggja nógva aðrastaðni, sigur Jørgen Olsen.
Serliga glaðir vóru teir fyri útferðina, sum teir høvdu verið dagin fyri (undir Hestoynni, blðm.).
Hetta er fyrstu ferð, at teir báðir brøðurnir hava verið í Føroyum, men teir kenna eitt sindur til Føroyar, og teir hava eisini nakrar føroyskar vinir. Í Grand Prix høpi siga teir seg kenna Anniku Hoydal, sum teir einaferð kappaðust ímóti til tað danska Melodi Grand Prixið.
-Bæði á tí náttúruliga og menniskjaliga økinum hevur hetta verið eitt stórt upplivilsi, og vit vóna sjálvandi, at vit kunnu koma aftur, sigurJørgen Olsen.
Tað er tó ikki nógv, ið teir kenna til føroyskan tónleik.
-Vit kenna so at siga einki til føroyskan tónleik, men vit halda tað er eitt sindur løgið, at føroyingar ikki royna at gera seg meira galdandi innanfyri Melodi Grand Prix, siga teir báðir.
Upplivað nógv
Sum áður nevnt, so hava vit henda dagin eina eldri plátu við okkum í skjáttuni. Plátan er frá 1972, men Jørgen sigur okkum, at plátan varð upptikin eina tíð áðrenn.
Á hesari somu plátu stendur at lesa um tveir ungar Olsen beiggjar, sum fóru í holt við at gera tónleik.Til spurningin, um hetta eru teir somu tveir, sum standa í Føroyum í dag, siga teir, at innaní eru teir fullkomiliga teir somu, og teirra tónleikur er framvegis tann sami. Einasti munurin er, at vit nú kunnu gera okkum dælt av nýggjum og betri tøkniligum møguleikum, siga teir báðir við ein munn.
Nógv vatn er eisini runnið síðani henda sama plátan kom út, og tað hava verið góðar og minni góðar tíðir fyri teir báðar. Teir hava upplivað, hvat tað er at vera næstan heilt niðri, men so hava teir eisini upplivað at vera heilt uppi á toppinum.
Tað var við stóra Grand Prix sigrinum, at teir fingu eina uppreisn, sum teir siga seg ikki hava kunnað ímyndað sær áðrenn.
-Vit gjørdust stórir ?popidolar? eftir tað fyrstu plátuna, men síðani gekk tað eitt sindur blandað, men tá eg lítið aftur um bak, so eri eg sera fegin, um at vit hava upplivað so nógv, og serliga henda síðsta tíðin hevur verið sera góð, sigur Jørgen Olsen.
Kanska aftur Grand Prix
Olsen beiggjarnir eru ikki heilt ungir longur, so tað kann virka rættiliga nærliggjandi at spyrja, hvussu verður við framtíðina hjá teimum báðum. Teir hava sum so ikki nakrar planir uttan at royna at halda áfram, siga teir báðir.
Tá teir verða spurdir, um tað ikki bara kann ganga niður á bakka hesa tíðina eftir sigurin í Stokkhólmi, siga teir, at tað fyri so vítt kann vera rætt, men teir hugsa ikki soleiðis.
Fyri kortum góðu teir út eina nýggja fløgu, ið kallaðist ?Walk right back, og henda fløgan er eisini vorðin rættiliga væl umtókt, og hetta fegnast teir báðir eisini um.
Tað er í øllum førum torført at ímynda sær, hvussu teir báðir skulu uppliva somu støðu sum eftir sigurin í altjóða Grand Prixnum, men teir siga seg vera fegnar fyri, at tónleikurin hevur tikið teir so langt, og nú hevur tónleikurin eisini tikið teir til Føroya.
Ein annar spurningur er sjálvandi, um teir aftur fara at luttaka í Grand Prixnum? Hesum svara teir við at siga: tú skalt ongantíð siga ongantíð.