Okkurt brúkiligt hál

Partrolararnir hava okkurt brúkiligt hál av og á, men sum heild er fiskiskapurin smáligur.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri partrolarapør koma inn at landa í næstu viku. Skipini hava okkurt brúkiligt hál av og á, men sum heild er fiskiskapurin hjá partrolarunum smáligur.

 

- Flestu djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Vit vænta, at tveir koma inn at landa mánadagin, og síðani kemur onkur inn seinni í vikuni. Djúpvatnstrolararnir fiska mest upsa, men fiskiskapurin er einki serligur.

 

Fríggjadagin, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri teir næstu dagarnar, var bara ein trolbátur til fiskiskap, og hesin fiskaði havtasku. Trolbáturin landar helst miðskeiðis í næstu viku. Væntandi fara aðrir trolbátar út um vikuskiftið.

 

- Tvey garnaskip eru til fiskiskap eftir svartkalva, og tey koma helst inn at landa síðst í vikuni, sum kemur. Fiskiskapurin hjá garnaskipunum er brúkiligur, verður lagt aftrat.