OL Badminton: Danski Viktor Axelsen er í OL-finaluni

Ein av størstu OL-gullvónunum hjá Danmark, Viktor Axelsen, er klárur til OL-finaluna eftir eina villa hálvfinalu móti Lakshya Sen (India), har danin var langt aftanfyri bæði í fyrsta og øðrum setti.

Mynd: Ulrik Pedersen/AP/Ritzau Scanpix

Viktor Axelsen vann kortini bæði settini við tølunum 22-20, 21-14.

Viktor Axelsen fekk eina sera trupla byrjan í fyrsta setti og var langt aftanfyri indiánaran leingi, men í einum villum comeback og vann fyrsta settið 22-20.

Í øðrum setti var Axelsen aftanfyri 0–7, men síðani tók hann annað skinn um bak hamraði heim eitt stig fyri og annað eftir. Axelsen hevði stóran stuðul frá fullsetta áskoðaraplássinum aftanfyri og vann seinna settið 21-14.

Viktor Axelsen skal møta Kunlavut Vitidsarn (Tailand) í finaluni, sum fyrr í dag vann á Lee Zii Jia (Malaysia) í tveimum settum við tølunum 21-14, 21-15.

Finalan verður leikt í morgin klokkan 14.40.

 

 

Mynd: Ulrik Pedersen/AP/Ritzau Scanpix