OL blæsir burtur

Fleiri ítróttargreinar eru útsettar í dag og fólk eru flutt burtur úr olympisku bygdini orsaka av illveðri í Pyeongchang, skrivar millum annað VG.no.

 

Vindurin hevur argað fyriskipararnar alla vikuna og serliga í alpinu skíítróttunum eru fleiri greinar útsettar til seinni. Umstøðurnar vóru eisini sera torførar undir fyrstu kappingunum í skískjóting, og í dag er so nógvur vindur, at mest sum alt er útsett.

 

15 kilometur skískjóting hjá kvinnum er útsett, eins og slalomkappingin hjá kvinnum, orsaka av nógva vindinum uppi í fjøllunum.

 

Niðri í býnum, har íðkararnir búgva og stóru ítróttarhallirnir eru, er enn meiri vindur, upp í hvassan storm í hvirlunum. Hetta hevur ført til, at fleiri telt eru farin á flog. Í stóru ítróttarhøllini, har kappingarnar í skoyting og kurling verða hildnar, eru øll fólkini rikin úr og kappingarnar útsettar. Fólk eru biðin um at halda seg innandura. 

 

Fleiri fólk eru send á sjúkrahús orsaka av skaðum frá vindi, fyrst og fremst av at tey hava fingið støv og sand í eyguni. Fleiri bussar við íðkarum, viðhaldsfólkum og tíðindafólkum hava havt trupulleikar av nógva vindinum. 

 

Nú eru so nógvar kappingar útsettar, at fyriskiparar eru farnir at óttast, at teir ikki fáa stundir til at halda allar kappingarnar. Tað hevði sjálvandi verið stórt spell, ikki minst fyri íðkararnar, sum hava vant so hart seinastu fýra árini, skrivar VG.