Olympiska finalan í fótbólti hjá monnum verður millum fótbóltsrisarnar Frakland og Spania komandi fríggjadag klokkan 17.
Fyrr í dag vann Spania 2-1 á Marokko í fyrru hálvfinaluni, og í kvøld vann Frakland 3-1 á Egyptalandi aftaná longda leiktíð.
Tað var annars Mahmoud Saber sum legði Egyptaland á odda í 62. minutti.
Tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Jean-Philippe Mateta til 1-1, og tryggjaði harvið vertunum longda leiktíð.
Í 99. minutti var Jean-Philippe Mateta aftur á blettinum, og legði Frakland á odda 2-1.
Longda leiktíðin var ikki meir enn byrjað fyrrenn Omar Fayed hjá Egyptalandi fekk seinna gula kortið, og harvið reyða kortið. Tað gjørdi tað trupult hjá Egyptalandi í longdu leiktíðini.
Í 108. minutti staðfesti Bayern München miðvallarin, Michael Olise sigurin hjá Fraklandi.