Tað var eingin ivi, tá spanski Rafael Nadal sunnudagin spældi OL-finalu móti chilenska Fernando Gonzalez. Gonzalez royndi at stríðast móti yvirvaldinum, men hann í botn og grund ongan møguleika móti hartsláandi spaniólanum. Settúrslitini gjørdust 6-3, 7-6, 6-3, og við sigrinum vann Nadal seg eisini upp á ovastu rók á heimsstyrkislistanum. Her hevur Roger Federer annars verið ovastur størsta partin av árinum, men hann kiksaði tíðliga í OL-kappingini.