Danska manslandsliðið í hondbólti hevur vunnið seg í enn eina hálvfinalu.
Fyri løtu síðani knógvaði Danmark Svøríki í OL-fjórðingsfinaluni í Lille.
Talan gjørdist um ein sera tepran 32-31 sigur til Danmark. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16.
Í seinastu sekundunum var nógv drama. Mikkel Hansen sendi eitt brotskast í stongina, og Svøríki fekk møguleikan at javna til 32-32, og harvið longda leiktíð.
Men Emil Nielsen bjargaði svensku atsóknini. Tað eydnaðist Danmark at halda upp á bóltin seinastu sekundini, og so var sigurin heima.
Fyrr í dag vann Spania á Egyptalandi, og Týskland vann á Fraklandi.
Seinasta fjórðingsfinalan millum Noreg og Slovenia byrjar í kvøld klokkan 20.30.
Vinnur Noreg á Slovenia verður norðurlendsk uppgerð í hálvfinaluni millum Danmark og Noreg.
Danmark-Svøríki 32-31 (16-16)
Danmark: Simon Pytlick 9, Mikkel Hansen 6, Emil Jakobsen 5, Lukas Jørgensen 5, Mathias Gidsel 4, Magnus Saugstrup 2, Niclas Kirkeløkke 1.
Svøríki: Felix Claar 7, Hampus Wanne 5, Albin Lagergren 5, Lukas Sandell 3, Sebastian Karlsson 3, Jonathan Carlsbogard 3, Jim Gottfridsson 2, Max Darj 2, Oscar Bergendahl 1.