Í dag var annað umfarið leikt í olympiska endaspælinum í hondbólti hjá monnum.
Í bólki B skelkaði Noreg fronsku vertirnar við einum fimmálssigri. Frakland hevur nú tapt greitt í tveimum teimum fyrstu dystunum.
Danmark vann í sama bólki harðvunnan sigur á Egyptalandi. Danmark stórspældi í fyrra hálvleiki, men tað haltaði meira í seinna hálvleiki. Í triðja dystinum í bólki B vann Slovenia á Kroatia.
Í bólki A er Týskland aftaná stórsigur á Japan oddalið við fýra stigum. Svøríki vann ein flottan sigur á Spania, og Ungarn vann stórsigur á Argentina.
Her eru dagsins úrslit og málskjúttar:
BÓLKUR A:
Japan – Týskland 26-37 (10-21)
Japan: Naoki Fujisaka 6, Hiroki Motoki 5, Shuichi Yoshida 4, Adam Yuki Baig 3, Kosuke Yasuhira 3/1, Tomaya Sakyrai 1, Naoki Suigioka 1, Shinnosuke Tokuda 1, Tatsuki Yoshini 1, Sota Takano 1.
Týskland: Renars Uscins 7, Juri Knorr 6, Sebastian Heumann 4, Johannes Golla 4, Lukas Mertens 4, Kai Häfner 3, Marko Grgic 3/1, Rune Dahmke 2, Julian Köster 2, David Späth 1.
Svøríki - Spania 29-26 (11-11)
Svøríki: Sebastian Karlsson 5, Luas Pellas 5/1, Oscar Bergendahl 5, Lukas Sandell 4, Felix Claar 3, Hampus Wanne 2/1, Karl Wallinius 2, Jim Gottfridso 1, Albin Lagergren 1, Jonathan Carlsbogaard 1.
Spania: Daniel Fernandez 7, Aleix Gomez 6/3, Alex Dujshebaev 3, Jorge Maqueda 2, Adrian Figueras 2, Agustin Casado 2, Daniel Dujshebaev 1, Ian Tarrafeta 1, Abel Serdion 1, Imanol Garciandia 1.
Slovenia - Kroatia 31-29 (13-13)
Slovenia: Aleks Vlah 8, Blaz Janc 8, Tilen Kodrin 3, Borut Mackovsek 3, Domen Novak 3, Dean Bombac 2, Matej Gaber 2, Jure Dolenec 2/2.
Kroatia: Ivan Martinovic 5, Mario Sostaric 5/2, Zvonmir Srna 5, TIn Lucin 4, Domagoj Duvnjak 3, Veron Nacinovic 3, Luka Cindric 2, Marin Sipic 1, Nikola Grahovac 1.
Aftaná tvey umfør hevur Týskland fýra stig. Svøríki, Spania, Slovenia og Kroatia hava tvey stig hvør. Japan er aftast við ongum stigi.
Í ovurmorgin eru dystirnir í bólki A hesir: Kroatia-Týskland, Spania-Japan og Slovenia-Svøríki.
BÓLKUR B:
Frakland - Noreg 22-27 (11-16)
Frakland: Dika Mem 10, Ludovig Fabregas 3, Hugo Descat 2/1, Elohim Prandi 2, Yanis Lenne 2, Nedim Remili 1, Luka Karabatic 1, Dylan Nahi 1.
Noreg: Alexandre Blonz 7/4, Simen Ulstad Lyse 5, Tobias Grøndal 5, Harald Reiknkind 3, Kristian Bjørnsen 3, Sander Sagosen 2, Petter Øverby 1, Magnus Gullerud 1.
Egyptaland - Danmark 27-30 (9-19)
Egyptaland: Yahia Omar 5/2, Seif Elderaa 5/2, Amed Adel 5, Yehia Elderaa 4, Mohab Abdelhak 3, Omar ELwakil 3, Ali Zein 1, Mohammad Sanad 1.
Danmark: Mathias Gidsel 8, Thomas Arnoldsen 8, Simon Pytlick 7, Niclas Kirkelökke 2, Magnus Saugstrup 2, Mikkel Hansen 2/2, Emil Jakobsen 1.
Argentina - Ungarn 25-35 (12-17)
Argentina: Pablo Ariel Simonet 5, Federico Pizarro 4, James Lewis Parker 3, Andres Gabriel Moyano 3, Federico Gaston Fernandez 3, Lucas Dario Moscariello 2, Nicolas Bono 2, Ignacio Pizarro 1, Gaston Alberto Mourino 1, Nicolas Bonanno 1.
Ungarn: Bence Imre 7, Miklós Rosta 5, Máté Lékai 4, Richárd Bodó 4, Gábor Ancsin 4, Zoltán Szita 3, Bence Bánhidi 3, Bendegúz Bóka 2, Gergö Fazekas 1, Patrik Ligetvári 1, Adrián Sipos 1.
Aftaná tvey umfør hava Danmark og Noreg fýra stig hvør. Egyptaland og Ungarn hava tvey stig hvør. Og rættiliga skelkandi er Frakland við ongum stigi aftast í bólkinum saman við Argentina, ið eisini eru stigaleysir.
Í ovurmorgin eru dystirnir hesir í bólki B: Danmark-Argentina, Frakland-Egyptaland og Noreg-Ungarn.