OL í London: Trygdin í hásæti

Planlegging er lykilin, sigur Jón Bjarnason, sum saman við Páli Joensen kom til London um vikuskiftið við danska OL svimjuhópinum.

 

Tað er ikki bara sum at siga tað at ferðast runt í OL býnum í London, sum skal húsa 17.000 fólkum, sum á ein ella annan hátt eru ein partur av OL leikunum.

 

- Tað er øgiliga stórtsligi. Tað eru nógv trygdarfólk og tað er ringt at koma út og inn úr OL býnum. Tað er sum at vera á flogvøllinum har alt verður kannað áðrenn tú sleppur víðari. Tú skalt tøma lummar og avlevera taksur og annað, sum so verður skannað. Tað eru heldur ikki hvør sum helst, ið kannar teg. Tað eru herðmenn, sum eru komnir heim úr Afganistan, ið ætlaðu sær heim til familjuna, men nú mugu standa á vakt, forklárar Jón Bjarnason, venjari hjá Páli.

 

Tað at trygdin er í hásæti kann fáa eina ávirkan á fyrireikingarnar. Tað tekur tíð at koma úr OL býnum og tí er planlegging lykilin.

 

- Tað kann koma at fáa eina ávirkan um vit eitt nú skulu tosa við miðlarnar, tí so verða vit noyddir at ganga allan vegin út, tí tú sleppur ikki at koyra gjøgnum trygdarøkini. Tí verður tað neyðugt at planleggja so at vit kunnu fáa fleiri flugur við eitt smekk, og práta við fleiri miðlar í senn, sigur Jón Bjarnason

 

Sambært grein í Jyllands-Posten, sum heimasíðan svimjing.com vísur til, so kostar trygdin áleið 530.000,- krónur fyri hvønn íðkara.

 

Mynd: (Jón Bjarnason) Pál Joensen gongur á kantinum í London