OL-fótbóltur: Spania er olympiskur meistari aftaná málríka finalu

Longd leiktíð og heili átta mál máttu til áðrenn olympiski vinnarin í fótbólti hjá monnum var funnin

Spaniumenn eru ótrúligir tá tað kemur til fótbólt. Teir eru verandi evropameistarar, og nú eru teir eisini olympiskir meistarar.

 

Spania vann eina ótrúliga olympiska finalu á fronsku á Parc de Princes leikvøllinum í París.

 

Spania vann 5-3 aftaná longda leiktíð. Tað stóð á jøvnum 3-3 aftaná vanliga leiktíð.

 

Spania legði seg á odda 3-1 longu í 28. minuttir. Frakland legði seg á odda 1-0 í 11. minutti, men upp á bara 10 minuttir skoraðu spaniumenn trý mál.

 

Spania var leingi á sigurskós, men so fekk Frakland minkað um munin í 79. minutti, og væl inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Jean-Phillipe Mateta við einum brotssparki til 3-3.

 

Í longdu leiktíðini gjørdist Sergio Camello stóra hetjan hjá Spania. Sergio Camello legði Spania á odda 4-3 í 100. minutti, og í 120. minutti staðfesti hann spanska sigurin.

 

Hagtølini: royndir innanfyri málrammurnar søgdu 12-8 til Frakland, og fraklendingar høvdu bóltin 55 prosent av tíðini, men lítið hjálpti. 

 

Frakland-Spania 3-5 (3-3 - 1-3)

1-0 Enzo Millot ('11 )

1-1 Fermin Lopez (18 )

1-2 Fermin Lopez ('25 )

1-3 Alex Baena ('28 )

2-3 Maghnes Akliouche ('79 )

3-3 Jean-Phillipe Mateta ('93 br.)

3-4 Sergio Camello ('100 )

3-5 Sergio Camello ('120 )

 

Tað mest ótrúliga við Spania er, at sponsk landslið og felagslið hjá monnum hava við finaluni í kvøld vunnið 24 av 24 møguligum finalum í altjóða kappingum í hesari øldini. Vorðið sum hagtøl.

 

Marokko vann bronsu við einum knúsandi 6-0 (2-0) sigri á Egyptalandi í bronsudystinum.