Fyri fyrstu ferð yvirhøvur hittust besta liðið hjá Víkingi og besta liðið hjá Undrið FF í dag. Tað var í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið, og Víkingur vann trivaligan 4-0 heimasigur.
Eingin hevur ivast í fótbóltsevnunum hjá Olafi Bárðarson. Hóast hann bara er 18 ára gamalur, so eru tað tvey ár síðani, at hann fyrstu ferð var á besta liðnum. Í fjør spældi hann nógv við, og higartil í ár hevur hann verið sera eyðsýndur.
Í landskappingini hevur hann skorað tvey mál, og í dag var hann tvífaldur málskjútti.
Bárður J. Hansen átti uppleggið, tá ið Olaf eftir stórt korter setti hol á, og tá ið hálvur tími var farin, átti Sølvi Vatnhamar uppleggið, tá ið Olaf Bárðarson økti um munin til 2-0.
Fimm minuttir eftir steðgin átti Olaf Bárðarson uppleggið, tá ið Arnbjørn Svensson økti um munin til 3-0, og eftir ein stóran tíma var tað Sølvi Vatnhamar, sum staðfesti 4-0 sigurin.
Tølini siga, at heimaliðið átti stóra yvirvág. Víkingur vann 12 hornaspørk og Undrið FF eitt hornaspark. Víkingur hevði 29 royndir á og framvið málinum hjá Undrið FF, og gestirnir vórðu skrásettir fyri eina roynd ímóti heimamálinum og onga framvið málinum.