Undan síðsta umfarinum í FM í talvi var tað bara Olaf Berg, sum einsamallur hevði møguleikan at gera av, um hann skuldi verða meistari ella ikki. Tríggir aðrir - Martin Poulsen, Eyðun Nolsøe og Høgni Egilstoft Nielsen - vóru eitt hálvt stig aftanfyri Olaf og harvið tengdir at, hvussu tað gekk hjá Olafi.
Favoritturin hevði í dag hvíta fólkið ímóti Eyðuni Nolsøe. Teir báðir eru teir einastu, sum undir kappingini hava verið á odda, og harvið ber til at siga, at talan var um sanna finalu.
Olaf Berg sigraði og vann harvið FM. Talan var um drúgvt talv - 76 leikir - áðrenn tað varð staðfest, at Olaf Berg er nýggjur FM vinnari.
Í endaspælinum hevði Olaf bisp á hvítu linjunum, og Eyðun hevði bisp á svørtu linjunum. Báðir høvdu frúnna, men Olaf hevði fleiri vinnur enn Eyðun, og tá ið Eyðun legði kongin, hevði hann tríggjar og Olaf fimm finnur.
Martin Poulsen vann á Hans Kristiani Simonsen og varð harvið næstbestur.
Ólavur Simonsen vann á Finnbirni Vang og lyfti seg upp á bronsuplássið, eftir at fyrstu umførini hjá honum vóru heldur soltin.
Høgni Egilstoft Nielsen tapti ímóti Carl Eli Nolsøe Samuelsen og endaði á fjórða plássi. Hetta er merkisverda gott úrslit hjá 15 ára gamka Høgna, sum fyri stuttum var við til at vinna FM fyri lið til Sandavágs, og sum tað heilt víst verður meiri at frætta um.
Tapið í dag bar við sær, at Eyðun Nolsøe datt niður á fimta plássið.
Hanus Brekká vann á Herlufi Hansen. Hetta var fyrsti sigurin hjá Hanusi, sum endaði aftastur.
FM 2013 fer í talvsøguna sum eitt av teimum mest drápuligu, um tað ber til at orða tað soleiðis. Tá verður hugsað um, at bara í fimm av teimum 45 talvunum var úrslitið remis. Eisini í síðsta umfari varð telvað av øllum lívsins kreftum fyri at vinna heldur enn at sleppa undan at tapa.
9. umfar
Ólavur Simonsen-Finnbjørn Vang 1-0
Olaf Berg-Eyðun Nolsøe 1-0
Martin Poulsen-Hans Kristian Simonsen 1-0
Høgni Egiltoft Nielsen-Carl Eli Nolsøe Samuelsen 0-1
Hanus Brekká-Herluf Hansen 1-0
Endalig stigatalva
1. Olaf Berg 7,0 stig
2. Martin Poulsen 6,5 stig
3. Ólavur Simonsen 6,0 stig
4. Høgni Egilstoft Nielsen 5,5 stig
5. Eyðun Nolsøe 5,5 stig
6. Carl Eli Nolsøe Samuelsen 4,5 stig
7. Hans Kristian Simonsen 3,5 stig
8. Finnbjørn Vang 3,0 stig
9. Herluf Hansen 2,0 stig
10. Hanus Brekká 1,5 stig