Olaf og Finnur løgdu FM heitið á silvurfat

Olaf Bárðarson skoraði eitt korter undan leikloki málið, sum víkingarnir fegnaðust so nógv um, at teir tað sama kundu havt vunnið FM heitið, og so staðfesti Finnur Justinussen sera týdningarmikla sigurin

Tað er kæti og øgiliga gott lag millum víkingarnar. Rópini gella, og spælararnir og Jóhan Petur Poulsen venjari verða fagnaðir við lógvabrestum.

 

Trúføstu áskoðararnir í Eysturkommunu fagna altíð sínum monnum, men í kvøld kennist fagnaðurin at vera serliga trivaligur og søtur.

 

Og tað er ikki at undrast á.

 

Víkingur hevur í kvøld vunnið toppdystin í Sarpugerði 2-0 ímóti HB. Tað ber við sær, at Víkingur nú er seks stig frammanfyri HB, nú tað er summarsteðgur frá landskappingini, og nú ovastu liðini fara at savna seg um europeisku avbjóðingar.

 

Eftir summarsteðgin vera tað ellivu umfør, og tað er ilt at ímynda sær, at Víkingur, sum bara hevur tapt trý stig higartil í ár, í ellivu dystum fer at missa sjey stig fleiri enn HB.

 

Tað var seinna partin av seinna hálvleiki, at Víkingur skoraði málini, sum bera við sær, at tað nú av álvara luktar av gulli í Sarpugerði.

 

Tveir av teimum heilt eyðsýndu spælararnir áttu fyrra málið. HB misti í uppspælinum, og Géza Dávid Turi fangaði beinanvegin støðuna. Hann legði bóltin fram til Olaf Bárðarson, sum sniltmegnaði at renna frá verjuni. Viljormur Davidsen, sum saman við Samuel Chukwudi mannaði miðverjuna, hevði møguleika at brúka neyðbremsuna, men tað valdi hann ikki at gera, tí hon hevði kostað reytt kort.

 

Olaf Bárðarson var púra tryggur, tá ið hann legði bóltin framvið Teiti Matras Gestsson, og so var 1-0, og harvið vóru fyritreytirnar heilt góðar hjá heimaliðnum.

 

Lítla løtu seinni var 2-0. Samuel Chukwudi kiksaði, tá ið hann við høvdinum ætlaði at leggja bóltin aftur til málverjan. Innskifti Finnur Justinussen var øgiliga grammur, hann fekk fatur á bóltinum og lyfti hann omanfyri málverjan og í málið.

 

HB hevði sínar góðu løtur og eisini málmøguleikar. Tað eydnaðist ikki at skora, og at enda vóru tað tvey stór mistøk, sum kostaðu alt í kvøld, og ta ber við sær, at dreymurin um at vinna FM heitið í ár er óklárari, enn hann var fyri lítlari viku síðani.