Ólátaður í brummuna

- Tá hesin fer avstað aftur, fær hann eina bót í hondina, sigur vaktleiðarin.

Tað var væl av fólki í býnum í Havn í gjárkvøldið og í nátt, og sum heild gekk alt friðarliga fyri seg.

 

Men, løgreglan noyddist út í býin eftir einum persóni, sum var ólátaður móti øðrum fólki í býnum.

 

Vakleiðarin sigur í morgun, at talan gjørdist ikki um eitt harðskapsmál, men um brot á skilhaldsreglur.

 

- Vit tóku viðkomandi inn at sova rúsin av sær, og tá hesin fer avstað aftur, fær hann eina bót í hondina, verður lagt aftrat.