Fert tú á ólavsøku í ár?
- Ja, eg fari á ólavsøku. Eg eri næstan altíð á ólavsøku. Eri eg uttanlands í summarfrítíðini, plagi eg at fara antin fyri ella eftir ólavsøku.
Tað sigur Malan Johansen.
Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?
- Besta løtan fyri meg á ólavsøku er sangurin á Tinghúsvøllinum ólavsøkudag - og ikki minst beint eftir tað, hugnaløtan hjá Ólavsøkukórinum úti á Tinganesi, har kórið syngur okkara nógvu og vøkru fosturlandssangir og eisini fær okkurt gott leskiligt at drekka.
Malan sigur, at hon syngur altíð við Ólavsøkukórinum, tá hon er heima.
Og so er hon eisini altíð til kappróðurin.
- Havi sjálv róð fyri mongum árum síðan, og nú er tað dóttirin sum rør. Í ár er hon pisa, so hon valdi ikki at rógva sjálv, men er tó róðurskvinna umborð á Ørvi.
Malan vísir á, at tað er sera javnt millum Ørv og Gullbrand.
- So, tað er so sera spennandi, og eg vóni sjálvandi, at Ørvur fer at vinna.
So er tað sjálvandi allar tær góðu løturnar á ólavsøku saman við góðum vinfólkum og familju.
- Ólavsøkan byrjar altíð ólavsøkuaftan við morgunmati mitt í býnum hjá míni elstu vinkonu. Hetta er ein deilig løta, áðrenn spákað verður oman til setanina.
Og Malan Johansen leggur aftrat:
- Vit eta altíð ein góðan bita hjá mammu at einari aðrari góðari vinkonu um kvøldið hin 29. juli, áðrenn vit so fara til midnáttarsangin.
Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?
- Nei, tað haldi eg ikki. Eg haldi, at ólavsøkan er deilig, sum hon er.
Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?
- Hmm... eg róði í trý ár, og eg minnist, at tær ólavsøkurnar vóru sera góðar. Vit høvdu vant alt várið og summarið, og ólavsøkan var endabresturin.
Malan sigur, at hon minnist eina aðra ólavsøku, tá hon fekk bjóðað ein snaps.
- Eg helt tað vera akvavitt, men tað var ein heitur whisky-snapsur. Uhh... tað var ikki gott, og síðani havi eg ikki smakkað whisky.
Hon minnist eisini ólavsøkuna 2018, tá hon møtti einum fittum manni í føroyskum klæðum sum snúsaði – ikki hasar pakkarnar, sum tey snúsa nú, men tað gamla snúsið.
- Eg segði við hann, at eingin dama tímdi at mussa hann. Maðurin gjørdi ikki mætari enn at geva mær ein koss á vørr, og í dag fái eg kossar frá honum hvønn dag, sigur Malan Johansen brosandi.











