Ólavsøkan rúmar ov illa børnunum

- Alt ov nógv tykist drivið av kapitaliskum áhugamálum. Hetta matchar ikki so væl við blíðskapin, sum vit annars uppliva á ólavsøku. Her kundi kommunan veruliga gjørt okkurt, heldur Niels Uni Dam

- Blíðskapurin, tú møtir allastaðni á ólavsøku, er nakað heilt serligt, heldur Niels Uni Dam.

 

 

Fert tú á ólavsøku í ár?  

 

- Eg fari á ólavsøku, og tað royni eg altíð at fara. Ólavsøka er jú eitt av stóru hæddarpunktunum á árinum.

 

Tað sigur Niels Uni Dam.

 

Hvussu heldur tú ólavsøku?    

 

- Hjá mær er ólavsøka so nógv. Ein partur er at mala oman og niðan og tosa við fólk. Hetta at hitta tey, tú bert sært einaferð um árið - ella kanska ikki hevur hitt í 10 ár - er fantastiskt.

 

Niels Uni vísir á, at summi føst innsløg eru á ólavsøku.

 

- Eitt nú havi eg skrivstovu við útsýni yvir kappróðurin, so kundar, veitarar, vinir og familja koma vanliga á gátt til kappróðurin.  

 

Hann sigur, at tey eisini plaga at hittast hjá onkrum av hansara systkinabørnum um ólavsøkuna.

 

- Fólkafundin á Doktaragrund vitji eg eisini altíð, og sjálvandi eri eg í føroyskum klæðum og Gunn í norskum búna.  

 

Hvat er tað besta við ólavsøkuni?   

 

- Blíðskapurin, sum tú møtir allastaðni, haldi eg vera nakað heilt serligt.

 

Er onkur serlig ólavsøka, tú minnist?    

 

- Eg minnist tær flestu. Onkur snapsur fer niðurum, men ikki nokk til at gloyma ólavsøkurnar, sigur hann brosandi.

 

Kundi okkurt verið øðrvísi við ólavsøkuni?

 

- Nú eru míni børn blivin so vaksin, at tað fyllir ikki so nógv hjá mær, men generelt rúmar ólavsøkan alt ov illa børnunum.

 

Her vísir Niels Uni Dam á, at tørvur er á ódýrum ella ókeypis upplivingum.

 

- Alt ov nógv tykist drivið av kapitaliskum áhugamálum; tí endar tað við, at ólavsøkan vindur mest møguligt úr barnafamiljum.

 

Hann heldur, at hetta matchar ikki so væl við blíðskapin, sum vit annars uppliva á ólavsøku.

 

- Her kundi kommunan veruliga gjørt okkurt, heldur Niels Uni Dam fyri.

 

Lesið eisini -

 

* Terje plagar at halda ólavsøku í báti - https://www.in.fo/news-detail/terje-plagar-at-halda-olavsoeku-i-bati

 

 

 

- Blíðskapurin, tú møtir allastaðni á ólavsøku, er nakað heilt serligt, heldur Niels Uni Dam.