Ólavsøkuheilsan

– Havnin er til reiðar at taka ímóti tykkum!

Góða Ólavsøku!

 

Eg fari við hesum at ynskja øllum føroyingum eina góða ólavsøku - og vælkomin til okkara høvuðsstað at njóta okkara tjóðarhátíð.

 

Á ólavsøku savnast vit og gleðast um øll tey mongu tiltøkini innan ítrótt, mentan og annars øll tey siðbundnu tiltøkini í okkara gøtum, har vit møta vinum og kenningum og njóta samveruna.

 

Havnin er til reiðar at taka ímóti tykkum - góða ólavsøku!

 

Annfinn Brekkstein

 

varaborgarstjóri