Ólavsøkukabarett: Nakað serligt at fáa fólk at flenna

Í fjør var eingin ólavsøkukabarett, men í ár fara Ragnar Marr Erlandsson, Dávur Birgisson, Lív Bruun Müller og Elias Magnussen at framføra ólavsøkukabarett

Tey kendust ikki stórvegis frammanundan, men samstarvið hevur riggað framúr væl frá fyrsta degi.

 

Lív Bruun Müller spælir ólavsøkukabarett á fyrsta sinni, Ragnar Marr Erlandsson og Dávur Birgisson  hava roynt tað einaferð áður; tað var í 2018, og teir hava ikki verið við síðani, men hugurin at royna seg aftur hevur verið har øll árini.

 

Elias Magnussen hevur spælt við í ólavsøkukabarettini seinastu trý árini.

 

- Tá man hevur gjørt hetta nakrar ferðir, so er tað tí at man ordiliga gjarna vil tað. Tað er nakað serligt at undirhalda fyri ólavsøkugestum. Fólk eru glað, tíma væl at vera úti, og koma í eitt hølið og bara flenna, sigur Elias Magnussen.

 

Í fjør var eingin ólavsøkukabarett, og tað var saknur í henni.

 

- Tá eg fortelji, at eg fáist við ólavskøkukaparettina, so nevna fólk, at eingin var í fjør. Kaparettin manglar, tá hon ikki er, og fólk leggja merki til tað, heldur Ragnar Marr Erlandsson.

 

Tað eru kortini ávísir fyrimunir í, at ólavsøkukaparettini ikki var í fjør. Áskoðararnir gleða seg enn meira at síggja kaparettina, og leikararnir kunnu brúka tilfar frá tveimum teimum seinastu árunum.

 

Millum evnini, sum vera viðgjørd í ár, eru verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum, javnbýti millum kynini, at Skarv, skeinkistaðið hjá føroyingum í Keypmannahavn, læt aftur og politikkur úti og heima. Flestu evnini eru aktuell, men onnur eru altíð viðkomandi. Mong evni hava verið uppi at venda, og tað hevur verið neyðugt at avmarka seg, tí sýningin skal ikki vara longri enn 50 minuttir.

 

Ein treyt at tú flennur fyrstuferð

 

Tey fýra hittust fyrstuferð 1. Juli. Arbeiðslagið hevur verið gott frá fyrsta degi. Áðrenn tey hittust, høvdu tey hvør í sínum lag gjørt sær nakrar tankar um tað sum skuldi við, og síðani settu seg at skriva saman. Eftir fyrstu vikuna høvdu tey fingið nærum alt tilfarið niðurskrivað.

 

- Tað er stuttligt at vera í sjónleikarhúsinum, vit hava ikki kent hvønn annan so væl áðrenn, nú føla vit at vit hava lært hvønn annan væl at kenna. Vit eru saman í øllum førum átta tímar um dagin. Vit hava siti og roynt at finna uppá okkurt stuttligt, vit geva hvørjum øðrum kritikk og feedback, og eru ikki blivin troytt av hvørjum øðrum, sigur Dávur Birgisson.

 

Tá tilfarið er liðugt skrivað, flyta tey seg út á pallin at royna tað av.

 

- Tá tú hevur skriva okkurt, er gott at hava trý onnur sjónarhorn á tilfarið, soleiðis at tað besta kemur burturúr. Vit finna tryggleika í hvørjum øðrum, og líta á hvønn annan, sigur Elias Magnussen.  

 

Tað kann onkuntíð vera trupult at vita um skemtið riggar, ella um tað bara eru tey sjálvi sum halda tað vera stuttligt. Dávur Birgisson heldur at fyrsta treyt fyri tí sum kemur í kabarettina, er at leikararnir flenna fyrstuferð tey hoyra tað, tí tað merkir at tað er stuttligt. Síðani verður arbeitt við at gera tilfari til eina sketsj, sang ella filmsklipp.

 

- Eg síggi tað sum at skemti hevur eina kvotu. Tá okkurt riggar væl, flenna vit nógv fyrstu fer vit hoyra tað, og so minkar láturin so líðandi. Um vit hava haft pausu í einar tvær dagar, so flenna vit aftur. At finna uppá okkurt stuttligt er sum ein virðisløn í sær sjálvum, tað er næstan nóg mikið at man sjálvur flennur, sigur Dávur Birgisson.

 

Nervar eru góðir

 

- Um tú leggur í tað sum tú ger, so fart tú nervar, og nervar eru góðir. Vissi vit áðrenn frumframførsluna, stóðu púra avslappað, klár at fara á pallin, so hevði tað ikki verið eitt gott tekin, heldur Ragnar Marr Erlandsson.

 

- Tað er viðhvamt at vísa okkurt fram sum tú sjálvur hevur gjørt, tí tá sigur tú at tú heldur hetta vera gott, og at onnur skulu síggja og hoyra tað, sigur Dávur Birgisson.

 

Tey fýra hava glett seg til at framføra í langa tíð.

 

- Vit hava gjørt nógv hart arbeiði, og tað kemur nógv arbeiði afturat. Tá vit skulu á pallin, fara vit at vera trygg við framførsluna, og kunnu bara gleði okkum til at fáa fólk at flenna, sigur Dávur Birgisson.

 

Fyrsta sýning verður 27. juli klokkan 19. Atgongumerkir fáast á Atgongumerki.fo