Ólavur gevur søgusavn út

Níggjunda verkið hjá Ólavi í Beiti kemur í bókabúðirnar í dag

Forlagið Grønhólmur í Sørvági gevur í dag út søgusavnið Losin tann Fyrsti. Tað er sørvingurin Ólavur í Beiti, sum hevur skrivað.

Hetta er níggjunda bókin, hann gevur út. Tann fyrsta frá hansara hond var Ung sál, sum kom í 1988.

Í hesum savninum, Losi tann Fyrsti, eru tríggjar søgur, og er titulsøgan um Losa, sum verður løgmaður. Hann er valdur fyri oljuflokkin.

Hóast Losi situr stutt sum løgmaður, henda ting og sakir í hansara tíð. Hann fær æruna av at sleppa at skjóta seinasta skotið í Vágatunlinum, leggur Fondsbørsin í Kvívík, umframt at hann stovnar bæði bankar, flogfelag, oljufelag og hvat hann nú kann finna uppá.

Einars Prent hevur prentað og heft bókina. Bókin telur 11 síður og kostar 118,- krónur, nú hon fæst í bókabúðunum um alt landið.