Ole Wich vil ikki loyva Miðflokkinum at mála myndina av Føroyum

Ole Wich metir tað sum reklamu, at Bill Justinussen hevur biðið fútan reist ákæru ímóti sær, men hann metir hetta vera list, sum eigur at fáa fólk at seta spurningar.
- Fólk gremja seg um sosialan kontroll í Føroyum, men hví ger eingin so nakað við hetta, spyr Ole Wich, ið vil vera við, at hetta hevur við sær, at Miðflokkurin sleppur at mála myndina av Føroyum

Bill Justinussen heitir í lesarabrævi á fútan um at reisa ákæru ímóti Ole Wich fyri m.a. at hava skrivað homoFObia undir tað føroyska flaggið, Merkið.
Sjálvur sigur Ole Wich, at hetta hevur hann einki ímóti, men metir hetta sum góða reklamu fyri heimasíðuna hjá honum www.olewich.com.
Ole Wich sigur, at hann hevur gjørt hetta átakið fyri at vísa á, at útlendingar meta Føroyar sum eitt homofobiskt land, og at hann tí vil seta støðuna á spíssin, sum hann orðar seg. Hinvegin sigur hann seg væl skilja, at Bill Justinussen ikki sigur seg dáma, tað hann hevur gjørt, tí Ole Wich sigur seg bara avmynda veruleikan.
 
List skal føra til broytingar
 
Spurdur hvat hann sum listamaður heldur um, at ein politikari heitir á fútan um reisa ákærur ímóti honum um eitt listaverk á heimasíðuni hjá honum, sigur Ole Wich, at um tú gert eitt listaverk, eru allar reaktiónir vælkomnar. 
- List er at seta spurningar. Tað heldur Bill kanska ikki, men tað er tí, at hann einki veit um list. T.d. segði Jenis av Rana, tá Ginusøgur vórðu framførdar, at ikki er meiningin, at list skal flyta mørk, sigur Ole Wich, sum er fullkomiliga ósamdur við hesum.
- Eg skrivi meg inn í eina langa traditión, sum m.a. inniber at brúka fløgg, sigur Ole Wich um sína list, ið hann ynskir skal fáa fólk at hugsa og seta spurningar, og leggur afturat, at hetta vísir, at Bill Justinussen einki veit um listasøgu, og at hetta málið tí sigur meira um Bill enn um seg.
 
Føroyar fara ikki at klára seg
 
Ole Wich sigur, at gjørdi hesar myndirnar til heimasíðuna hjá sær, tí hann metir ikki, at Bíblian skal vera brúkt at argumentera við einum demokratiskum landi ella vera yvir Løgtinginum.
- Um øll ikki sleppa at vera í Føroyum, koma Føroyar ikki at klára seg, sigur Ole Wich, og sipar til tey samkyndu, sum hann á heimasíðu sigur vera í útlegd, tí pláss ikki er fyri teimum í Føroyum.
Spurdur um hann kennir tað sum at Bil Justinussen roynir at skerja talufrælsið hjá sær, sigur Ole Wich, at tað kann løgtingsmaðurin ikki.
- Bill Justinussen kann bara fáa mínir myndir burtur á ein hátt, og tað er um hann verður við til at broyta støðuna hjá samkyndum í Føroyum, sigur Ole Wich og greiðir frá, at hann hevur havt nógvar vitjanir á heimasíðuni, har fólk hava tikið myndirnar niður og kanska sent millum sín.
Ole Wich metir, at Bill Justinussen hevur skotið seg sjálvan í fótin við at heldur at fara manninum og bóltinum, og sipar til at løgtingsmaðurin hevur heitt á fútan um reisa ákæru ímóti sær.
- Nú hava vit fingið staðfest, at tað ber til at siga alt um samkynd í Føroyum og sipar til, at fútin ikki vildi reisa ákæru ímóti Mogens Tilsted Christensen fyri hansara útsøgnir um samkynd.
 
Eitt stríð um føroysku mentanina
 
Ole Wich er ikki bara myndlistamaður. Í 1996 gav Forlagið Fannir út yrkingasavn hjá Ole Wich, har hann viðger, hvussu tað er at vera dani í Føroyum. Spurdur, hvat hann heldur um, at Bill Justinussen harmast um, at ein fremmandur skal hava hava vanvirt Merkið, og at eingin føroyingur kundi havt funnið upp á slíkt, sigur Ole Wich, at Bill Justinussen hevur loyvi til at siga hetta, men at hann ikki rættiliga skilir perspektivið í hesi útsøgn.
Ole Wich, sum kom til Føroya tíðliga í sjeytiárunum og hevur búð í Føroyum í fleiri ár, sigur, at ofta koma broytingar  til landið við útlendingum, og at fleiri stórar avgerðir, sum koma at galda fyri Føroyar, verða tiknar uttan fyri Føroyar.
Ole Wich sigur í sama viðfangi, at hann heldur at nógv fólk velja at tiga, og tí sleppa fólk sum Jenis av Rana og Bill Justinussen at tekna myndina av Føroyum úteftir.
- Fólk gremja seg um sosialan kontroll í Føroyum, men hví eingin ger eingin nakað við hetta?, spyr Ole Wich, sum tó heldur tað unga ættarliðið síggja øðrvísi upp á hetta enn tey eldru.
- Dette er jo også et spørgsmål om kulturkamp, sigur Ole Wich at enda á sínum danska máli um stríðið um mentan og virði í Føroyum.