Fyri stuttum var Óli Mittún valdur at vera ársins talent í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Og í kvøld livdi hann veruliga upp til hetta heitið, tá Sävehof á útivølli vann 30-29 á Lugi.
Tá klokkan vísti 59:59 meddaði Óli bóltin í kassan, og so kundi Sävehof ferðast heimaftur úr Skåne við tveimum stigum í viðførinum.
Óli gjørdist greiður toppskjútti hjá Sävehof við níggju málum. Harumframt legði hann upp til onnur mál hjá Sävehof.
Sävehof hevur á øðrum plássi 30 stig fyri 18 dystir. Sävehof eru ósigraðir í 15 teimum seinastu dystunum í deildini.
Kristianstad er fremst við 30 stigum. Kristianstad hevur spælt ein dyst færri enn Sävehof.
Nú verður ein steðgur til fyrst í februar í bestu svensku hondbóltsdeildini. Svøríki er saman við Pólandi vertur fyri HM-endaspælinum í manshondbólti, ið byrjar 11. januar.