Óli Mittún er svenskur U18-meistari við Sävehof

Óli Mittún gekk undan og skoraði 11 mál, tá Sävehof gjørdust svenskir U18-meistarar við stórsigri á Alingsås í finaluni

Mynd: Handbollskanalen

Óli Mittún bleiv avgjørt eina stóra hondbóltsuppliving ríkari í dag.

 

Í dag spældi hann saman við javnaldrunum í Sävehof finalu um svenska meistaraskapið fyri U18-lið frammanfyri nærum 2.700 áskoðarum.

 

Við at skjóta 11 mál og leggja upp til mál hjá øðrum gekk Óli undan í greiða 30-20 finalusigrinum á Alingsås.

 

Stóri svenski hondbóltsmiðilin, Handbollskanalen skrivar, at Óli er heilt greitt tann besti leikarin í Svøríki í hesum aldursbólkinum. Óli var eisini valdur til MVP (Most Valueable Player) í kappingini. 

 

Hetta eru spennandi dagar hjá Óla. Hann hevur vunnið seg til EM-endaspælið saman við føroyska A-landsliðnum. Hann er nú svenskur U18-meistari, og hann hevur enn møguleika at gerast meistari í bestu svensku hondbóltsdeildini. Og í summar bíða HM-endaspøl fyri bæði U21 og U19-landslið. 

 

Í annaðkvøld klokkan 18 spæla Óli, Elias og liðfelagarnir í Sävehof aðru hálvfinaluna móti Ystad. Sävehof er á odda 1-0 í hálvfinaluuppgerðini, har spælt verður best av fimm dystum. 

 

 

 

Mynd: Handbollskanalen