Óli Mortensen vann silvur í Grand Prix Malmö

Hann svam 1500 metra teinin í fri upp á 15:55.95

Hann svam 1500 metra teinin í fri upp á 15:55.95

 

í gjár megnaði Óli Mortensen aftur at vinna sær heiðursmerki á Grand Prix Malmö 2018, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam teinin uppá 15:55.95. Hetta rakk til eitt silvurheiðursmerki, aftanfyri svenska Victor Johansson á 15:38.40.

 

Tað skrivar svimjing.com

 

Alvi Hjelm royndi seg í 200 metra blandaðari svimjing, og varð har nr 12 við tíðini 2:12.59.