Óli og Sävehof løgdu frá landi við einum sigri

Sävehof vann fyrsta dystin í bestu svensku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof spældu í kvøld fyrsta dystin í bestu svensku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Sävehof ferðaðist suður til Skåne fyri at spæla móti Ystad.

 

Sävehof vann dystin 27-24. Í steðginum var Sävehof á odda 15-10. Sävehof var greitt á odda 23-16, men so steðgaði upp eina løtu, og Ystad fekk minkað um til bæði 23-24 og 24-25 áðrenn Sävehof aftur fekk høvdið fyri seg seinastu løtuna, og fekk skorað tvey avgerandi mál.

 

Óli skoraði trý mál upp á seks málroyndir og legði upp til tvey mál. 

 

Komandi leygardag spælir Sävehof á heimavølli í Partille móti uppflytarunum, Karlskrona.